21-landsliðið fer eftir øllum stigunum

21-landsliðið fer eftir øllum stigunum
- Vit hava nóg mikið av góðum spælarum og førleikum til at fara eftir sigrinum, sigur føroyski venjarin, Eyðun Klakstein, undan U21-landsliðsdystinum ímóti Grikkalandi í dag
Eyðun Klakstein ætlar sær øll stigini, tá U21-landsliðið tekur ímóti Grikkalandi við Djúpumýru
Mynd: Bjarni Enghamar / FSF  
 
10.09.2024 - 11:13

Føroyska U21-manslandsliðið í fótbólti fer eftir sigrinum, tá Grikkaland vitjar við Djúpumýru seinnapartin til EM-undankappingardyst.

 - Grikkaland er eitt gott lið, men vit spæla fyri at vinna. Avrikið hjá okkum ímóti Kroatia í farnu viku var gott, men vit iðra okkum eisini um, at vit einki stig høvdu við okkum heim aftur. Í annaðkvøld ætla vit tað øðrvísi, sigur U21-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyar hava spælt tveir heimadystir higartil í hesi EM-undankappingini. Fyrri dysturin endaði við 2-2 javnleiki ímóti Andorra, meðan hin seinni endaði 4-2 til Kroatia.

 - Vit hava spælt tveir dystir í hesari undankappingini á Djúpumýru, og tað hava verið góðar upplivingar. Vit hava fingið góðan stuðul frá áskoðarum, avrikini hava verið góð, vit hava skorað fýra mál og vunnið stig, og tí gleða vit okkum til enn ein dyst í Klaksvík, sigur Eyðun Klakstein.

Til dystin móti Grikkalandi í morgin verður venjarin noyddur at síggja burtur frá Gullbrandi Øregaard, Noah Mneney og Eliasi Rusborg, ið allir eru leikbannaðir. Harafturat eru aðrir, ið eru darvaðir av skaðum. 

 - Nakað av útskifting hevur verið á U21 landsliðnum hesa ferð, men vit eru væl nøgdir við hópin. Vit hava nóg mikið av góðum spælarum og førleikum til at fara eftir sigrinum ímóti Grikkaland. Vit hava eisini fyrireikað okkum væl seinastu dagarnar, og nú skulu vit avrika so væl, at vit kunnu fáa nakað burtur úr dystinum, sigur Eyðun Klakstein við fsf.fo.

Síðsta hósdag taptu Føroyar 2-1 á útivølli ímóti Kroatia. Beinir Nolsøe skoraði føroyska málið. Í november spældu føroyingarnir í Grikkalandi. Ta ferðina vunnu grikkar 3-0.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098