"Eitt bjart ljós kom inn í kamarið á sjúklingahotellinum"

"Eitt bjart ljós kom inn í kamarið á sjúklingahotellinum"
Í sendingini Skrivað stendur eru Helgi Jacobsen og Mai Laksáfoss Simonsen gestir. Tey greiða bæði frá serstøkum hendingum.
Mai Laksáfoss og Helgi Jacobsen eru gestir í fyrsta partinum av Skrivað stendur, sum er á skránni hvønn hósdag.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
12.09.2024 - 18:02

Í sendingini Skrivað stendur verður prædikuteksturin til sunnudagin umrøddur. Í hesum partinum eru Mai Laksáfoss Simonsen og Helgi Jacobsen gestir. Prædikuteksturin til komandi sunnudag er teksturin úr evangeliinum eftir Jóhannes og snýr seg um undrið, tá ið Jesus kemur til Bethania og vekir góða vinmannin Lásarus upp frá deyðum.

- Hetta er ein dramatiskur tekstur, heldur Mai, og Helgi heldur, at hann kann tykjast eitt sindur torførur at skilja.

 

"Lásarus, kom út higar!"

Søgan er í stuttum, at vinmaður Jesusar, Lásarus, er álvarsliga sjúkur, og systrar hansara Marta og Maria senda boð eftir Jesusi, sum er staddur í aðrari bygd í Judea, um at koma at grøða beiggjan.

Jesus fær boðini, men drálar við at koma Lásarusi til hjálpar. Fýra dagar eftir, at Lásarus er deyður og jarðaður, kemur Jesus til bygdina. Tá hartar Marta hann fyri at koma ov seint, og Jesus fer til hellið, har líkið av Lásarusi er lagt. Stór mannamúgvu er savnað um hellið, og Jesus rópar framman fyri øllum, at Lásarus skal koma út, og hann kemur livandi út úr hellinum.

- Tey vóru sjálvandi skeptisk og hava hugsað, um hetta nú var eitt ”triks” hjá Jesusi, men tað stendur, at líkið av Lásarusi stinkaði, so hann var veruliga deyður. Hetta var ikki eitt ”triks”, sigur Helgi um tekstin og vísir á, at gomul siðvenja helst hevur hildið fast í hesum. 

- Hyggur tú í kirkjubøkurnar í Føroyum, so sæst, at tað heilt frá gamlari tíð hevur verið siðvenja, at tað gingu tríggir dagar, frá tí, at ein var staðfestur deyður, til ein var jarðaður. Gomlu jødarnir trúðu, at sálin sveimaði yvir tí deyða í tríggjar dagar, eftir at viðkomandi var deyður. Tí er tað kanska ikki av tilvild, at Jesus bíðar í fýra dagar, sigur Helgi.

 

Maðurin, sum vaknaði frá deyðum í Føroyum

Teksturin fær eisini Helga at minnast líknandi hending í Føroyum.

- Eg havi skrivað nógvar bygdasøgur, og har er ein hending í Vestmanna í 1881, tá ið ein maður doyr. Hann verður lagdur í eina kistu og skal liggja inni í stovuni í heiminum í tríggjar dagar, til jarðarferðin verður. Tann eina dagin kemur konan undir kistuna, og maðurin vaknar til lívs aftur og kemur úr kistuni. Hann livdi í eitt heilt ár eftir hetta, men tað løgna var, at hann segði ikki eitt orð eftir hendingina. Hetta samsvarar eisini við aðrar frágreiðingar uttanlands, har fólk hava upplivað deyðan og eru vaknað aftur, og tey eru málleys, tí tað var so gott hinumegin. Onkur hevur sagt í skemti, at hetta var hevnd yvir konuna, tí hon vakti hann aftur til lívs. Tað sama er við Lásarusi, hann sigur heldur einki, og vit hoyra einki aftur til hansara, eftir at hann kemur úr hellinum, greiðir Helgi Jacobsen frá.

Bæði Mai Laksáfoss Simonsen og Helgi Jacobsen minnist aftur á serstakar hendingar, tá tey viðgera prædikutekstin til 16. sunnudagin eftir tríeindardag í nýggjasta partinum av Skrivað stendur. Mynd: Bárður Lydersen

 

"Eitt bjart ljós kom inn í kamarið"

Prædikuteksturin til sunnudagin fær eisini Mai Laksáfoss at minnast aftur á eina hending, har trúgvin fekk vónina at birtast í einari svárari og nærum vónleysari løtu. 

- Eg var sera sjúk og fekk staðfest krabbamein, greiðir Mai frá. Eg var fullkomiliga undirkomin í vónloysi og sorg yvir hetta. Eg fór upp á kamarið á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn og legði meg í songina. Tók bíbliuna fram og ætlaði at vita, um ikki okkurt troystandi stóð at lesa har, men eg orkaði ikki at lesa ein bókstav. Tá kom mitt í øllum eitt bjart ljós inn í kamarið, og tað kom yvir til mín, og ein hiti fór spakuliga ígjøgnum mín kropp. Eg var í løtuni púra sannførd um, at hetta var Jesus, sum kom til mín. Eg veit ikki, hvat hendi ta løtuna, men frá at skula fara í holt við ein harða, nærum vónleysa viðgerð, fór eg ígjøgnum viðgerðina fyri krabba, har alt gekk so sera gott, og eg bleiv frísk. Eg havi oftani hugsað, um eg bleiv grødd hasa løtuna, men eitt er vist, henda hending broytti mína ásjón og mítt lív, sigur Mai.

 

Skrivað stendur aftur

Skrivað stendur er aftur fastur partur av skránni í útvarpinum hendan veturin, og fyrsti partur í hesum umfarinum er á skránni í dag, hósdagin 12. september.

Hesa ferð Helgi Jacobsen og Mai Laksáfoss Simonsen gestir. Tú finnur sendingina á KVF Ljóð við at trýsta her

 

Teksturin til 16. sunnudag eftir tríeindardag:

Jóhannus evangeliið 11, 19-45

v19 Men mangir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin. 

v20 Tá ið Marta nú hoyrdi, at Jesus kom, gekk hon ímóti honum, men Maria varð sitandi heima. 

v21 Marta segði tá við Jesus: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður. 

v22 Men eisini nú veit eg, at hvat tú so biður Guð um, tað vil Guð geva tær.» 

v23 Jesus sigur við hana: «Bróðir tín skal rísa upp.» 

v24 Marta sigur við hann: «Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.» 

v25 Jesus segði við hana: «Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; 

v26 og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?» 

v27 Hon sigur við hann: «Ja, Harri, eg havi trúð, at tú ert Kristus, sonur Guðs, hann, sum kemur í heimin.» 

v28 Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: «Meistarin er her og rópar teg.» 

v29 Tá ið hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór út til hansara. 

v30 Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á tí staði, har sum Marta hevði møtt honum. 

v31 Tá ið nú Jødarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av tí at teir hugsaðu, at hon fór út til grøvina at gráta har. 

v32 Men tá ið Maria nú kom hagar, sum Jesus var, og sá hann, fell hon honum til fóta og segði við hann: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.» 

v33 Tá ið nú Jesus sá hana gráta og Jødarnar, sum vóru komnir við henni, gráta, varð hann harmur í huga og gjørdist ógvuliga sinnisrørdur og segði: 

v34 «Hvar hava tit lagt hann?» Teir siga við hann: «Harri, kom og síggj!» 

v35 Jesus feldi tár. 

v36 Tá søgdu Jødarnir: «Sí, hvussu hann elskaði hann!» 

v37 Men summir teirra søgdu: «Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjørt tað, at eisini hesin ikki var deyður?» 

v38 Jesus varð tá aftur harmur í sær sjálvum og kemur til grøvina; men hon var eitt helli, og steinur lá fyri tí. 

v39 Jesus sigur: «Takið steinin frá!» Marta, systir hins deyða, sigur við hann: «Harri, hann dampar longu; tí at hann hevur ligið har fýra dagar.» 

v40 Jesus sigur við hana: «Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guðs?» 

v41 Teir tóku tá steinin frá. Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: «Faðir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg. 

v42 Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tú hevur sent meg.» 

v43 Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rødd: «Lázarus, kom út higar!» 

v44 Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. Jesus segði við teir: «Loysið hann og latið hann fara!»

v45 Mangir av Jødunum, teir, sum komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum hann gjørdi, trúðu nú á hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179