- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Í hesi sending varpa vit ljós á William Gibson Sloan, ið legði lunnar undir brøðrasamkomuni í Føroyum. Tí sunnudagin var minnisvarði avdúkaður av honum og savnið Sloans Savn lat upp.
Vit tosa við Róland í Skorini, limur í nevndini fyri savnið, og sum hevur skipað fyri at fáa standmyndina.
Í samband við mentanarvikuna í Runvaríkar kommunu skipar Bókasavnið við Løkin aftur fyri skrivkapping. Í ár skulu stuttsøgur skrivast, men eykennir eina stuttsøga og hvussu skrivar ein stuttsøgur. Vit geva íblástur til stuttsøguskriving og tosa við Oyvør Dam Jacobsen, bókavørð og leiðara á Bókasavninum við Løkin, og Rannvá Glerfoss, BA í Ritlist, sum fer at hava eitt skriviskeið í samband við kappingina.
Um eina viku byrjar Føroyski bókmentafestivalurin (Faroes litterary festival) sum er fyri aðru ferð. Vit tosa við høvuðsfyriskiparan Kim Simonsen um festivalin, biopoesi, altjóða rithøvundarnar, ið vitja í Føroyum og um at fáa íblástur uttaneftir.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.
Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.
