NSÍ, B68 og EB/Streymur leggja afturat hópinum

NSÍ, B68 og EB/Streymur leggja afturat hópinum
Fimm nýggir útlendskir spælarar eru komnir til føroysku kappingina seinastu dagarnar. NSÍ, B68 og EB/Streymur hava styrkt sær hópin
Niels Pauli Danielsen, ítróttarstjóri, og Ba Lamin Sowe úr Gambia
Mynd: EB/Streymur  
 
18.02.2026 - 13:07

Tað nærkast til landskappingarbyrjan í Meistaradeildini hjá monnum í fótbólti. Feløgini hava nú minni enn ein mánað at fáa allir undirskriftirnar upp á pláss. Seinastu dagarnar hava NSÍ, B68 og EB/Streymur fingið tilgongd.

 

Svenskur málverji til NSÍ

NSÍ skrivaði í vikuni undir sáttmála við svenska málverjan Tom Amos. Málverjin er 28 ára gamal og hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár, boðar NSÍ frá.


Karstin Joensen, formaður í NSÍ, og Tom Amos (Mynd: NSI.fo)

 

- Tom hevur fingið sína fótbóltsuppaling í IFK Gøteborg, har hann hevur spælt við U17 og U19-liðnum. Sum vaksin hevur Tom Amos fyrst og fremst spælt í næstbestu og triðbestu deildini í Svøríki, umframt eitt ár í Hapoel Beer Sheva, sum spælir bestu deildini í Ísrael, skrivar NSÍ.

Tom Amos er 196 sentimetrar høgur og verður lýstur sum ein málverji, ið dugur væl at standa á røttum stað, er róligur, góður at samskifta á vøllinum og hevur góðar førleikar við føtrunum. NSÍ lat í fjør lutfalsliga nógv mál inn. Nú er kapping á málmanspostinum, tí felagið hevur longu Kristian Joensen, sum hevur vart málið seinastu árini.

 

Serbiskur miðvallari til B68

Á Toftum er stór útskifting. Venjaratoymið er nýtt og fleiri nýggj andlit eru í hópinum. Millum annað Nicolai Dohn, Ahmed Latif, Torkil Úlvur Holm, Teitur Knudsen og Ramzi Toure Idrissou. Nýggjasta andlitið í hópinum er Jovan Goronjic.

- B68 hevur skrivað undir sáttmála við 21 ára gamla serbiska miðvallaran Jovan Goronjic.


Jovan Goronjic er nýggjur í hópinum hjá B68 (Mynd: B68.fo)

 

Jovan er ein spennandi og kreativur offensivur miðvallari, sum fer at styrkja um liðið framrættað. Hann hevur áður spælt við Borac Čačak og Javor Ivanjica í Serbia, skrivar B68.

Nýggjur venjari er Aleksandar Jovevic. Nakrir av lyklaspælarunum farnu árini eru vekk. Millum annað tvíburarnir Bárður og Aleksandur Ó. Jensen.

 

Tríggir nýggir til EB/Streym

EB/Streymur hevur fingið tilgongd av trimum nýggjum spælarum. Teir eru Laurits Nørby, Ba Lamin Sowe og Marius Kallestrup Nielsen. Sáttmálin við Laurits Nørby er galdandi fyri bæði 2026 og 2027.

- 21 ára gamli Laurits Nørby er 198 sentimetrar høgur. Hann er ein skjótur og sterkur verjuspælari, sum er tryggur í nærdystum. Laurits hevur áður umboðað Hobro í donsku 1. deild og Fjølnir í íslendskum fótbólti, skrivar EB/Streymur.


Niels Pauli Danielsen, ítróttarstjóri, og Laurits Nørby (Mynd: EB/Streymur)

 

22 ára gamli Ba Lamin Sowe úr Gambia hevur eisini gjørt ein tvey ára sáttmála. Hann er fyrrverandi U20-landsliðsspælari hjá Gambia.

- Hann er ein fjølbroyttur leikari, sum kann dekka fleiri pláss, millum annað báðar kantarnar og vinstra bakk. Hann er sterkur á bóltinum og hevur øgiliga renniorku. Vit síggja stórt útviklingspotentiali í Ba Lamin, og vænta, at hann kemur at styrkja væl um okkara hóp, sigur ítróttarstjórin, Niels Pauli Danielsen.

Triði spælarin er 20 ára gamli Marius Kallestrup Nielsen. Miðvallarin er uppvaksin í Silkeborg IF og hevur síðani spælt í lægri deildunum í Danmark. Seinast spældi hann við Kjellerup IF í danmarkseriuni.

- Marius er ein rennisterkur box til box leikari. Hann er sterkur á bóltinum og ein móti einum, og hevur eitt gott spark. Vit eru fegin um at knýta hann til okkara hóp, sigur Niels Pauli Danielsen við heimasíðuna hjá EB/Streymi.

Fyrsti dysturin í Meistaradeildini 2026 verður fríggjadagin 6. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756