Á Breddanum: Suðuroyartunnilin og politiska støðan

Á Breddanum: Suðuroyartunnilin og politiska støðan
100 milliónir verða settar av á fíggjarlógini næsta ár til Suðuroyartunnilin, sum verður mettur at kosta fýra milliardir kr.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Erhard Joensen, limur í fylgibólkinum, skifta orð um Suðuroyartunlinum í Breddanum fyrrapartin.
 
26.09.2024 - 08:39

Alt bendir, á Suðuroyartunnilin verður settur á lunnar, tá fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár verður lagt fram mánadagin. 

Í gjár samtykti løgtingið einmælt at yvirtaka Íleggingargrunnin 1. januar 2025.

Íleggingargrunnurin er frá 1964. Í grunninum standa 653 milliónir kr.

Løgmaður hevur sagt, at hann ætlar, at umleið helvtin av fænum fer til Suðuroyartunnilin og hin helvtin til at byggja nýggja farstøð á flogvøllinum.

 

100 milliónir settar av

Í fíggjarlógaruppskotinum verða 100 milliónir krónur settar av til Suðuroyartunnilin, sum er mettur at kosta umleið fýra milliardir kr. við vegum og tunlum, sum skulu gerast í sambandi við Suðuroyartunnilin.

Tað stendir í øllum førum í játtanarkørmunum fyri 2025.

Men hvat fer Suðuroyartunnilin at kosta? Og hvussu ætlar politiska skipanin at tryggja sær, at hann ikki verður dýrari enn tær fýra milliardirnar, um trygdin skal uppraðfestast?

Tað spyrja vit løgmann og og Erhard Joensen, løgtingsmann, sum er í politiska fylgibólkinum. 


Ingilín og Bústaðir

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna, segði ósatt fyri løgtinginum, tá hon segði, at hon ikki hevði fingið ábendingar um, at langtíðarhaldførið hjá Bústøðum var í vanda.

Landsstýriskvinnan eigur at leggja frá sær, heldur andstøðan.

Vit tosa við politiskan viðmerkjara um politisku støðuna.

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655