NSÍ nærkast FM eftir sigur á KÍ

NSÍ nærkast FM eftir sigur á KÍ
Fótbóltskvinnurnar hjá NSÍ tóku í kvøld eitt stórt fet ímóti at tryggja sær føroyameistaraheitið, tá tær vunnu á KÍ í Runavík. Í hinum dystinum vann Víkingur á HB
Her vinnur NSÍ steypakappingina, men tær gulu hjá NSÍ hava ongantíð vunnið FM. Nú er nær við
Mynd: savnsmynd  
 
30.09.2024 - 21:19

Við sigri á KÍ við Løkin í Runavík, tóku fótbóltskvinnurnar hjá NSÍ eitt risafet ímóti føroyameistaraheitinum. 

Sólja Ernstdóttir legði annars sigursvandu gestirnar framum, tá 40 minuttir vóru spældir, men beint fyri steðgin fekk NSÍ tvey mál. Fyrst Mirjam Huneck og síðan Julia Naomi Mortensen, sum var trygg úr ellivu metrum. 

Eftir steðgin kom bert eitt mál afturat. Heidi Sevdal økti til 3-1, tá ein góður tími var spældur.

 

Víkingur vann á HB

Í Gundadali hevði Víkingur ikki stórvegis trupulleikar av HB, sum er veikasta liðið í ovara endaspælinum í ár. Bert 11 minuttir vóru spældir, tá Mona Rasmusdóttir legði gestirnar framum við brotssparki, og seks minuttir seinni økti Lea Lisberg um leiðsluna.

Tá ein hálvur tími var spældur skoraði Anna Katrina Mikkelsen til 3-0, áðrenn Eydna Olsen Dalheim skeyt einasta málið eftir steðgin.

NSÍ er nú fremst í Betri-deildini við kvinnum við 43 stigum. KÍ og Víkingur hava 40 stig, men klaksvíkingar hava tvey mál betri málmun. Bert tvey umfør eru eftir at spæla, og vinnur NSÍ á HB í næstseinasta umfari, hava runavíkingar mestsum tryggjað sær FM-heitið, tí tær hava munandi betri málmun enn bæði KÍ og Víkingur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985