Framvegis vøkstur í føroyska búskapinum

Framvegis vøkstur í føroyska búskapinum
Búskapurin kom væl fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronu, skrivar Hagstovan
Bruttotjóðarúrtøkan er mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Reali búskaparvøksturon í Føroyum var 2,5 prosent í 2023. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
08.10.2024 - 10:41

Reali búskaparvøksturon í Føroyum var 2,5 prosent í 2023.

Framvegis er vøkstur í føroyska búskapinum, men stígur hevur verið í nógvum evropeiskum búskapum.

Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 2,5 prosent í fjør, skrivar Hagstovum.

Bruttotjóðarúrtøkan er mát fyri virðisskapanina í einum landi. 

Tá bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, sama hvør prísgongdin er. 

Árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.

Føroyski búskapurin kom væl fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronu, skrivar Hagstovan.

Búskaparvøksturin var oman fyri trý prosent bæði í 2021 og 2022. 

Tí er ferðin á búskapinum ikki so stór nú, sum hon hevur verið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334