- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanríkis- og fiskimálaráðið skal hava nýggjan aðalstjóra
Uttanríkis- og fiskimálaráðið skal hava nýggjan aðalstjóra
Freistin at søkja er 15. november

Nú verður søkt eftir nýggjum aðalstjóra til Uttanríkis- og fiskimálaráðið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
28.10.2026 - 07:48
Søkt verður eftir aðalstjóra til Uttanríkis- og fiskimálaráðið.
Uttanríkis- og fiskimálaráðið fevnir um Uttanríkistænastuna og Fiskivinnudeildina. Stovnar undir ráðnum eru Havstovan og Vørn.
Freistin at søkja er 15. november.
Starvið verður sett 1. januar ella eftir nærri avtalu.
Starvið er áramálssett í sjey ár, við møguleika fyri at leingja tað upp í trý ár.
Herálvur Joensen er aðalstjóri í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum.
Hann er áramálssettur, og tí er neyðugt at lýsa starvið leyst nú.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























