H71 als onga mótstøðu í European Cup

H71 als onga mótstøðu í European Cup
Kvinnurnar hjá H71 snøgt sagt smurdu kypriotiska liðið Latsia av í European Cup um vikuskiftið. Samanlagt skutu hoyvíkingarnir heili 91 mál, meðan kypriotar skutu 35
H71 hevur fyrr fingið harðari mótstøðu enn um vikuskiftið, tá Latsia vitjaði á Hálsi í Havn
Mynd: savnsmynd  
 
14.10.2024 - 14:00

Kvinnurnar hjá H71 mestsum spákaðu seg víðari í European Cup, tá tær snøgt sagt smurdu kypriotiska mótstøðuliðið, Latsia, av í tveimum dystum, sum vórðu spældir í Føroyum um vikuskiftið.

Í fyrra dystinum leygardagin vunnu hoyvíkingar ikki minni enn 50-14, og sunnudagin endaði dysturin 41-21. Talan var tískil um samanlagdan 91-35 sigur til H71, sum heldur fram í kappingini og skal spæla í 3. umfari. 

 - Vit væntaðu ikki, at vit vóru so nógv betur enn tær. Also, vit fingu at vita, at tær ikki høvdu meira enn eini 10 spælarar við og tvær eru málverjar. Tær fingu so eitt reytt kort næstan beinanvegin, og so varð tað tungt hjá teimum at renna restina av dystinum. Vit kundu hinvegin skifta út, segði Lukka Arge við portal.fo eftir fyrra dystin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585