EM-kvinnurnar: Fyrireikingarnar halda fram

EM-kvinnurnar: Fyrireikingarnar halda fram
Fýra nýggir spælarar eru við í hópinum hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við kvinnum, sum savnast næsta mánadag til EM-venjingar í Føroyum
Hesar vóru til EM-venjingar í september. Hesa ferð eru 23 spælarar í hópinum
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
15.10.2024 - 15:21

Í næstu viku halda EM-fyrireikingarnar hjá bestu føroysku hondbóltskvinnunum fram.

Hópurin, sum hesa ferð telur 23 spælarar, savnast í Føroyum til venliga hondbóltsvenjing umframt mental- og styrkivenjing. Eisini skulu spælararnir á skúlavitjan at heilsa upp á næmingar.

Í mun til venjingarnar í farna mánaða eru fýra nýggir spælarar við. Talan er um Maritu Mortensen, Mariannu Geirsdóttir Eystberg og Lív og Vár Zachariassen.

Liðið hevur fyrstu venjingina saman mánakvøldið og endar leygardagin við einum venjingardysti, skrivar portal.fo.

 


Jana Mittún er lyklaspælari á føroyska landsliðnum, og tí kemur væl við, at tað gongst henni væl í Viborg, nú EM nærkast.

 

Jana vælspælandi í Danmark

Tað kemur væl við, at kanska mest avgerandi spælarin á føroyska landsliðnum, Jana Mittún, spælir væl í Viborg í bestu donsku hondbóltsdeildini í løtuni.

Kviki bakspælarin hevur fingið ein størri leiklut á liðnum í ár, enn hon hevði í fjør, og Viborg hevur vunnið fýra av teimum fimm landskappingardystunum higartil.

Í gjárkvøldið vann Viborg 32-22 á útivølli ímóti Silkeborg-Voel KFUM, og Jana Mittún skeyt fýra mál. Afturat tí átti hon næstseinastu hond á seks málum hjá teimum grønu. 

 - Skal eg nevna onkran, sum var eitt sindur hvassari enn gjøgnumsnittið, má eg peika á Christinu Pedersen, Saru Hald og Janu Mittún, segði Viborg-venjarin, Ole Bitsch.

 

Føroyski hópurin

Málverjar
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)

Útileikarar
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Lukka Arge, H71
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Marianna Geirsdóttir Eystberg, BK Ydun (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. oktober
Mono - Føroysk táttayrking (1:5)
182095
Týsdag 15. oktober
Tíðarrák (1:5)
182052
Týsdag 15. oktober
Morgunlestur týsdagur 15. oktober 2024
181964
Mánadag 14. oktober
Við Tórði á túri á Eydnufestivali
182054
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182100
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
182087
Mánadag 14. oktober
3-2 (14. oktober 2024)
182075
Sunnudag 13. oktober
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
182009