- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúnar Reistrup menti fyritøku, ið varð seld fyri 10 milliardir krónur
Sum stjóri var Rúnar Reistrup ein týðandi partur av menningini av fyritøkuni DePop, ið byrjaði sum ein lítil íverksetarafyritøka, og sum í 2021 varð seld fyri 10 milliardir krónur.
Stovnarin av DePop, sum er italiumaður, sá fyri sær ein tørv og ein nýggjan marknað, tí næsta ættarliðið fór ikki at brúka telduna, men fartelefonina, tá farið varð á alnetið, og tí átti tað eisini at bera til at keypa við fartelefonini. Og júst hetta at síggja ein tørv áðrenn nakar annar, hevur alstóran týdning, sigur Rúnar Reistrup, sum í dag er stjóri í bretsku fyritøkuni, YunoJuno, hvørs starvsfólk ikki bara búgva í Bretlandi.
Í Tíðarráki sigur Rúnar okkum at tað, at fólk kunnu arbeiða eitt nú heimanifrá, hevur avgerandi týdning fyri trivnaðin hjá nógvum starvsfólkum, eins og hann eisini nemur við hvussu tú mennir eina fyritøku til ein altjóða marknað, og í hvønn mun eisini fyritøkur í Føroyum kunnu gera seg galdandi.
Skal tú gera teg galdandi uttanlands er umráðandi at skilja marknaðin, vera realistiskur, samstundis sum tað ofta loysir seg at koma inn á ein marknað, har ið okkurt er broytt – og tað henda støðugt broytingar, sum skapa nýggjar møguleikar, sigur Rúnar Reistrup.
Theodor Erling Johannesen er ein av stovnarunum FarPay (Mynd: Bárður Lydersen)
Alt og fá kt-starvsfólk eru í Føroyum
Føroyska fyritøkan FarPay varð stovnað á vári 2014, og hevur eitt fjølbroytt úrval av talgildum tænastum til bæði feløg og fyritøkur. Í dag hevur fyritøkan eini 60-70 prosentum av marknaðinum, tá talan er um apoteksverkið í Danmark, samstundis sum millum annað Berlingske Medier og Zoologisk Have teljast millum viðskiftafólkini.
Theodor Erling Johannesen, ið er ein av teimum fýra, sum fyri tíggju árum síðani stovnaði FarPay, sær fyri sær stórar vakstrarmøguleikar. Í næstum verður flutt í munandi størri hølir í Keypmannahavn, samstundis sum ætlanir eru um at seta fleiri starvsfólk bæði í Føroyum og í Danmark.
Tá talan er um kt-starvsfólk, sigur Theodor Erling Johannesen, at her eru Føroyar eftirbátar – men ikki tá talan er um dugnasemi og førleikar, men tá talan er um hvussu nógv – ella hvussu fá tey eru, sum arbeiða við og eru útbúgvin innan kunningartøkni. Í Føroyum er tað bara ein tíggjunda partur, sum arbeiða við kunningartøkni, tá samanborið verður við onnur norðurlond.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, og Kristina Arge Simonsen, fulltrúi í Granskingarráðnum, og tengd at Hagstovuni (Mynd: Gunnar Nolsøe)
Føroyar eru millum mest nýskapandi londini
Í einari spildurnýggjari kanning, sum Hagstova Føroya hevur gjørt í samstarvi við Granskingarráðið, verður staðfest at føroyskar fyritøkur eru millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum og Europa.
Í kanningini, sum varð almannakunngjørd 11. oktober, sæst at føroyskar fyritøkur brúktu tilsamans góðar 546 milliónir krónur til nýskapan í 2022, og at hetta svarar til 2,2 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, stytt BTÚ.
Tá talan er um Europa, eru Føroyar á einum fimtaplássi – og einastu londini, ið eru frammanfyri, eru Grikkaland, Týskland, Italia og Finnland.
Og í Norðurlondunum er føroyska staðsetingin, tá talan er um nýskapan, enn betri, tí her eru Føroyar á einum øðrum plássi, meðan Finnland er á ovastu rók.
Hagtølini vísa at tað í 2022 serliga vóru tvær vinnugreinar, ið gjørdu stórar íløgur og áttu meginpartin av útreiðslunum til nýskapan, og tær eru “Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða” og “Kunning og samskifti”, ið stóðu fyri tilsamans 80 prosentum av útreiðslunum til nýskapan.
Tað er Hagstova Føroya, sum eftir áheitan frá Granskingarráðnum, hevur gjørd kanningina.
Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at tíð og orka verður brúkt til nýskapan, sigur stjórin í Granskingarráðnum, Annika Sølvará, sum samstundir ger vart við at um vit samanbera við onnur lond síggja vit at nýskapan er eitt av teimum týdningarmestu amboðunum til at menna bæði vinnu og samfeløg.
Men tað er eisini áhugavert at síggja at tað er nakrir geirar, sum gera munandi meiri við nýskapan og hava ein størri sølu burturúr teirra nýskapan enn aðrir, og hetta er nakað, sum verður áhugavert at kanna um hetta er serligt fyri Føroyar ella fyri tey vinnusløgini, sum vit hava, sigur Annika Sølvará.
Fakta
Útreiðslur til nýskapan
|
2022 |
|
|
Krónur |
Prosent |
Tils. (vinnugrein hjá fyritøku A-N) |
546.428.869,0 |
100,0 |
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða |
250.049.773,0 |
45,8 |
B Námsvinna og grótbrot |
0,0 |
0,0 |
C Framleiðsluvinna |
30.095.012,0 |
5,5 |
D El-, gass- og fjarhitaveiting |
0,0 |
0,0 |
E Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð |
0,0 |
0,0 |
F Byggivinna |
13.246.248,0 |
2,4 |
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum |
46.447.954,0 |
8,5 |
H Flutnings- og goymsluvinna |
4.591.645,0 |
0,8 |
I Gisting og matstovuvinna |
3.447.345,0 |
0,6 |
J Kunning og samskifti |
184.367.898,0 |
33,7 |
K Fígging og trygging |
11.150.000,0 |
2,0 |
L Søla, útleiga og umsiting av fastognum |
0,0 |
0,0 |
M Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting |
856.270,0 |
0,2 |
N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar |
776.725,0 |
0,1 |
(Kelda: Hagstova Føroya og Granskingarráðið)
Hvat: Tíðarrák
Hvar: Í útvarpinum og á KVF ljóð
Nær: Týsdag kl. 17.05, og tá tú hevur hug at lurta á KVF ljóð