Kim Durhuus fer úr tinginum

Kim Durhuus fer úr tinginum
Kim Durhuus hevur verið varamaður, síðani landsstýrið var skipað eftir valið í 2022
Kim Durhuus hevur verið varamaður á tingi, síðani landsstýrið var skipað eftir valið í 2022.
 
25.10.2024 - 09:08

Nú Ingilín D. Strøm hevur lagt frá sær sum landsstýriskvinna, fer hon aftur í løgtingið, og tað hevur við sær, at varamaðurin, Kim Durhuus, fer úr tinginum.

Ingilín D. Strøm var landsstýriskvinna í umhvørvismálum í 673 dagar.

Landsstýrið var skipað eftir løgtingsvalið í desembur 2022. Ingilín D. Strøm fekk 787 atkvøður.

Kim Durhuus fekk 162 atkvøður á løgtingsvalinum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, røkir málsøkini hjá Ingilín D. Strøm í landsstýrinum, til nýtt landsstýrisfólk er sett. 

Verður eitt tingfólk hjá Javnaðarflokkinum valt til landsstýrisfólk, kemur Kim Durhuus aftur í løgtingið sum varamaður. 

Norðurlandaráðið hevur ársfund i Reykjavík í næstu viku, og tí verður eingin tingfundur fyrr enn mánadagin 4. november.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970