Nógvir bilførarar sektaðir

Nógvir bilførarar sektaðir
Politiið gjørdi í gjár og í nátt eina rúgvu av ferðslukanningum, og fleiri bilførarar fingu klipp í koyrikortið og onkur fekk frádøming.
Politiið hevur steðgað nógvum bilførarum fyri at hava koyrt ov skjótt
 
27.10.2024 - 15:13

Undan fótbóltsdystinum í Fuglafirði seinnapartin í gjár gjørdi politiið ferðmátingar, og tá koyrdu fimm bilførarar ov skjótt.

Tveir koyrdu so skjótt, at teir fingu treytaða frádøming av koyrikortinum og tríggir fingu klipp í kortið.

Um áttatíðina í gjárkvøldið kostaðu ferðslukanningar við Gøtugjógv eisini bilførarum, tí har fekk ein treytaða frádøming og tríggir klipp í kortið.

Fleiri tiknir í nátt
Og tá ið politiið gjørdi ferðmátingar kaldbaksmegin Kollafjarðartunnilin nakað eftir midnátt, vóru tað tveir, sum gjørdu ov skjótt av.

Annar fekk klipp í koyrikortið, men hin koyrdi 132 kilometrar um tíman, og av tí at hann er ein nýggjur bilførari, fekk hann koyriforboð.

Eisini var ein bilførari steðgaður á Landavegnum í Havn í nátt klokkan fýra, og hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Skuldsettur fyri harðskap
Annars sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn, at nógv fólk var í býnum og at politiið tí eisini var úti og patrúljeraði.

Fleiri ferðir var neyðugt at leggja ímillum, tí fólk høvdu fingið ov nógv at drekka.

Og í tí eina førinum var ein persónur í miðbýnum í Havn serliga ólátaður og harðligur, so hann varð tikin fyri og koyrdur í brummuna.

Hann verður skuldsettur fyri harðligan atburð og fær 1500 krónur í bót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847