Øll hava ikki ráð til at leggja um

Øll hava ikki ráð til at leggja um
– Tað er dýrt fyri húski at leggja um frá olju til varandi orku, og politikarar eiga at ganga á odda at broyta hetta, sigur Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni,
Tað krevur ein djúpan lumma hjá privatum húskjum at leggja um frá olju til varandi orku
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.10.2024 - 14:37

Um vikuskiftið var ráðstevnan “Varandi Heimur” á Giljanesi, og hevði hon til endamáls at skumpa undir burðardygga menning í Føroyum.

– Enn eru vit ikki komin langt á leið, heldur Kári Mortensen, sum vísir á, at framvegis koma 90 prosent av okkara orku frá olju, so tí er neyðugt at halda fram við menningini.
 
Tað krevur tó ein djúpan lumma hjá privatum húskjum at leggja um frá olju til varandi orku.

– Tey, sum ikki hava teir stóru pengarnar, kunnu slett ikki vera við í hesum her, sigur Kári Mortensen, ið vísir á, at tað eru mest tey við høgari inntøku, ið hava lagt um.

– Neyðugt er at halda fram við teimum tiltøkum, sum longu eru sett í verk, og tey eiga at styrkjast, so vit fáa øll við. Tað er ein stór politisk uppgáva.

Høgni Rasmussen hevur verið stigtakari til ráðstevnuna, og hann heldur, at stórur tørvur er á einum tílíkum tiltaki:

- Tað er rímiliga greitt komið fram á ráðstevnuni, at vit eru komin rímiliga stutt á hesum økinum, sigur hann.

Hoyr samrøður við Kára Mortensen og Høgna Rasmussen her:

2024-10-26-Kari-Mortensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650