Elin Michelsen fær Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024

Elin Michelsen fær Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024
Fantasisøgur í tí vavi, sum Elin Michelsen, rithøvundur, megnar í tríverkinum um Tóru, hava vit ikki sæð á føroyskum áður, og tí fær Elin Michelsen barnamentanarheiðurslønina
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 varð latin Elini Michelsen fyri tríverkið Rimarúmið, Vanvarði og Feigdarfræ
Mynd: Ólavur Frederiksen, FaroePhoto  
 
31.10.2024 - 17:13

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 varð latin Elini Michelsen fyri tríverkið Rimarúmið, Vanvarði og Feigdarfræ. 

Í grundgevingini stendur, at tað er langt ímillum føroysku útgávurnar av fantasisøgum. Fantasisøgur í tí vavi, sum Elin Michelsen megnar í tríverkinum um Tóru, hava vit ikki sæð á føroyskum áður.

Umhvørvið er heimligt, og søgurnar hava rótfesti í okkara sagnum um huldufólk og íbygdar steinar.

Huldufólkini, sum búleikaðust í Føroyum, til elektrisitetið so smátt tók lívið av teimum, hava fingið uppreisn. Vit høvdu næstan gloymt tey, men nú eru tey komin aftur, spilllivandi í søguni um Tóru.

 

Tamarhald á veðri og vindi

Elin lýsir Tóru og hennara umhvørvi við føroyskum fyribrigdum. Hvør føroyingur hevur ikki droymt um at fáa tamarhald á veðri og vindi eins og tey, ið hava lillalittu gávuna?

Tríverkið hevur alt tað, ið góðar søgur skulu hava. Tað góða mótvegis tí ónda, vinaløg og misskilt sambond, ið hava fleiri fløkjur við sær, eru evni, ið verða væl lýst.

Tað nýggja í heiminum hjá Tóru er strembanin eftir gávunum at fáa tamarhald á kenslum, náttúru og viti. Hesi eru umboðað í litum, og so hvørt hennara gávur búnast, mennast hennara tilvit og sjálvsvirðing. 

 

Lætt og gott gerandismál

Ein skuldi trúð, at tað var fløkjasligt at finna træðrirnar aftur frá Rimarúminum í Vanvarða og savna teir aftur í Feigdarfræ, men hetta megnar høvundurin, og spenningurin er støðugur verkið ígjøgnum.

Bøkurnar hjá Elini Michelsen, ið eru ætlaðar størri børnum og ungum, eru skrivaðar á løttum og góðum gerandismáli, stendur altso í grundgevingini fyri at lata rithøvundanum Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 10 mannafør
209038

Meira um sama evni