Fjórði vetur við Vágskálini í útvarpinum

Fjórði vetur við Vágskálini í útvarpinum
Fyrsta Vágskálin í vetur fer at snúgva seg um skaldsøguna ”Frá høvur til hæl” eftir íslendska høvundan Einar Már Guðmundsson
 
08.09.2026 - 13:05

Ongin veit, hvat ein skaldsøga er, hevur danska skaldið og ummælarin Poul Borum sagt, og hetta er hann endurgivin fyri at siga fremst í skaldsøguni hjá Einari Már Guðmundsson.

Tann útsøgnin er viðkomandi, tá ið vit lesa ”Frá høvur til hæl”, tí spurningurin er, um talan er um skaldsøgu, ella um talan er um persónligar endurminningar. 

Einar Már minnist aftur á tíðina, tá hann droymdi um at gerast skald. Hann var í bestu ungdómsárum í sjeytiárunum, og í 1979 flutti hann til Keypmannahavnar við unnustuni.

Meðan hann er í Keypmannahavn, hittir hann F. P. Jac og Michael Strunge. Tann fyrri segði, at hann skuldi drekka seg í hel, áðrenn hann gjørdist 30. Tann seinni gjørdi sjálvmorð sum 27 ára gamal. 

 

Var eisini í Føroyum

Fremsta málið hjá Einari Már, sum kallar seg Harald í søguni, er at skriva. Hann er knýttur at universitetinum, har hann gongur til fyrilestrar, men hann letur onki inn, og tí fær hann onki prógv.

Tó fær hann trý yrkingasøvn útgivin, og aftrat F. P. Jac og Michael Strunge hittir hann eina ørgrynni av norðurlendskum listafólkum og skøldum í danska høvuðsstaðnum.

Hann greiðir eisini fra tíð síni í Føroyum í 1977, tá hann búði á vallaraheiminum hjá John Sivertsen í Havn og arbeiddi í fiski í Klaksvík.

Sanna Klein og Sámal Soll ummæla ”Frá høvur til hæl” mikudagin 16. september.

 

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846