Vónbjørt Vang fær virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024

Vónbjørt Vang fær virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024
"Svørt orkidé" er bæði um vakurleikan í myrkrinum og um vónloysið í royndunum at seta orð á kenslur, sum eingi orð eru fyri, stendur í grundgevingini
Vónbjørt Vang, rithøvundur
Mynd: Ólavur Frederiksen  
 
31.10.2024 - 17:26

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024 verður latin Vónbjørt Vang fyri bókina "Svørt orkidé".

Í bókini "Svørt orkidé" lýsir Vónbjørt eitt gamalt evni, sambandið millum mammu og barn, á nýggjan hátt. Ein mamma leitar eftir røttu orðunum um sína sorg og sínar royndir at røkka einum soni, sum sálarliga hevur tað trupult.

Bókin er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum. Myndirnar eru kollasjur, og fleiri av teimum eru klipp og kut úr bókum, sum eru sett saman av nýggjum, eins og fleiri tekstabrot í savninum eru tikin úr øðrum samanhangum og sett saman av nýggjum.

Tey mongu sitatini og tær mongu tilvísingarnar til aðrar tekstir og myndir gera, at tann persónliga søgan í savninum fær fleiri røddir. Mamman fjalir seg aftan fyri orð hjá øðrum og roynir at finna ein máta at geva sínum egnu upplivingum orð. 

 

Vakurleiki og vónloysið

"Svørt orkidé" er bæði um vakurleikan í myrkrinum og um vónloysið í royndunum at seta orð á kenslur, sum eingi orð eru fyri. Millum myndirnar eru brot úr bókini Øldir og upphav eftir Jóannes Rasmussen. Jarðfrøðin er eitt festi og ein áminning um jørðina, landslagið, grótið og fjøllini, sum mamman og sonurin eru runnin av. 

Við "Svørt orkidé" fylgir ein loggbók, sum víðkar um evnið og spurningarnar í savninum, men sum verk er "Svørt orkidé" ein sjálvstøðug eind.

Innihaldsliga er savnið sannførandi, og formliga er tað serstakt og fyrimyndarliga væl frágingið, stendur í grundgevingini fyri at lata Vónbjørt Vang  virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891