70 milliónir minni í tøkugjaldi

70 milliónir minni í tøkugjaldi
Lági laksaprísurin hevur við sær, at landskassin fær munandi minni í tøkugjaldi frá alivinnuni
Tøkugjaldið í ár fer at geva nógv minni enn væntað.
 
05.11.2024 - 19:55

360 milliónir krónur.

Tað var tað, sum samgongan hevði sett sær fyri skuldi koma inn í tilfeingisgjøldum í 2024.

Men dýri framleiðslukostnaðurin og lági prísurin á altjóða marknaðinum hevur havt við sær, at tøkugjaldið seinastu mánaðirnir hevur ligið á einum hálvum prosenti.

1. november er seinasta inngjaldið komið frá alivinnuni, og tað svarar til einar tvær milliónir um mánaðin í alt.

Tað vil siga, at tað koma minni enn 290 milliónir krónur inn í 2024. Meira enn 70 milliónir minni, enn roknað var við á  fíggjarlógini í ár. 

Galdandi lóg um tøkujald merkir, at munurin millum prísin á altjóða marknaðinum og framleiðslukostnaðin ger av, hvussu nógv prosent tøkugjaldið er.

 

Níggju stig

Tøkugjaldstigin hevur níggju stig, har tað lægsta er 0,5 prosent og tað hægsta 20 prosent. Tøkugjaldið í ár hevur einaferð verið 10 prosent, men hevur fyri tað mesta ligið um 0,5 prosent.

1. januar kemur nýggja lógin um tøkugjøld í gildi. 

Hon var úrslit av semju millum samgonguna og Sambandsflokkin og hevur við sær, at tøkugjaldstigin gongur upp í 7,5 prosent   í staðin fyri 20 prosent. Semjan við Sambandsflokkin sigur eisini, at tað harumframt skuldi leggjast ein serligur skattur uppá átta prosent á feløg, sum hava við aling at gera.

Inntøkurnar frá serskattinum fara ikki at síggjast fyrr enn í 2026. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. desember
Jambalaja - 071224
184779
Leygardag 7. desember
Upp á tá - 061224
184777
Leygardag 7. desember
Vikan 7. desember 2024
184776
Leygardag 7. desember
Morgunlestur leygardagur 7.desember 2024
183773
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551