Uppstilling: Níggju fleiri enn seinast

bannari
Uppstilling: Níggju fleiri enn seinast
Í ár stilla 556 fólk upp til kommunuval, og tað eru níggju fleiri enn fyri fýra árum síðan. Talið av uppstillaðum er annars minkað samsvarandi við talið av kommunum
Seinastu árini eru vallistarnir blivnir alsamt styttri - fram til í ár, nú talið av uppstillaðum kvinkar eitt lítið sindur upp aftur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.11.2024 - 13:02

Til kommunuvalið í 2000 stillaðu 957 fólk upp í 48 ymsum kommunum kring landið.

Men síðan tá er talið av kommunum minkað nógv, og tað sama er talið av teimum, sum stilla upp til kommunuval.

Longu í 2004 vóru kommunurnar minkaðar úr 48 niður í 34, og talið av valevnum minkaði samsvarandi úr 957 niður í 783. Hetta tíðarskeiðið fóru Elduvíkar, Oyndarfjarðar og Skála kommunur upp í Runavíkar kommunu; Gjáar, Haldórsvíkar, Hósvíkar, Hvalvíkar og Saksunar kommunur gjørdust partur av Sunda kommunu; Bíggjar og Mykinesar kommunur fóru upp í Sørvágs kommunu; og Hests og Nólsoyar kommunur blivu partur av Tórshavnar kommunu.

Frá 2004 til 2008 minkaði talið av kommunum við fýra afturat. Svínoyar kommuna fór upp í Klaksvíkar kommunu; Funnings kommuna fór upp í Runavíkar kommunu; Leirvíkar og Gøtu kommunur vóru blivnar til Eysturkommunu; og Sandavágs og Miðvágs kommunur vóru nú Vága kommuna. Enn einaferð sást minkingin í kommunum aftur í talinum av uppstillaðum, sum fór frá 783 fólkum í 2004 niður í 636 fólk í 2008.

Á kommunuvalinum í 2012 vóru framvegis 30 kommunur í landinum, men kortini minkaði talið av uppstillaðum úr 636 niður í 602 fólk.

Í 2016 var Húsa kommuna eisini farin upp í Klaksvíkar kommunu, so nú vóru 29 kommunur eftir. Talið av uppstillaðum minkaði úr 602 niður í 594 fólk.

Á valinum í 2020 stillaðu 547 fólk upp í 29 kommunum, og tað er tað minsta í hesi øldini. Á valinum hesaferð er talið av uppstillaðum kvinkað eitt lítið sindur upp eftir aftur, tí hesaferð stilla 556 fólk upp. Samstundis er hetta fyrstu ferð í hesi øldini, at talið av uppstillaðum veksur.

 

Uppstillaði og kommunur

2024: 556 fólk stilla upp í 29 kommunum

2020: 547 fólk stillaðu upp í 29 kommunum

2016: 594 fólk stillaðu upp í 29 kommunum

2012: 602 fólk stillaðu upp í 30 kommunum

2008: 636 fólk stillaðu upp í 30 kommunum

2004: 783 fólk stillaðu upp í 34 kommunum

2000: 957 fólk stillaðu upp í 48 kommunum

(Keldur: kvf.fo/val og valurslit.fo)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744