Nýggj kommunulæknaskipan komin í løgtingið

Nýggj kommunulæknaskipan komin í løgtingið
Endamálið er, sigur Heilsumálaráðið, at tryggja fólki heilsutænastur á hægsta dygdarstigi 
Ein nýggj kommunulæknaskipan er á veg.
 
06.11.2024 - 06:19

Lógaruppskotið um nýggja kommunulæknaskipan er komin í løgtingið.

Endamálið er, sigur Heilsumálaráðið, at tryggja fólki heilsutænastur á hægsta dygdarstigi. 

Hetta verður gjørt við at víðka kommunulæknaskipanina, so støðugt fleiri heilsutænastur vera í nærumhvørvinum hjá fólki. 

Les uppskotið her.

Dentur verður lagdur á støðugt at styrkja sjúklingatrygdina.

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá 70 áhugapørtum.

20 svaraðu.

Heilsumálaráðið svarar teimum í viðmerkingum um lógaruppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891