Røtt avgerð at taka sær av kt-trygdini sjálv

Røtt avgerð at taka sær av kt-trygdini sjálv
Tað var ikki ein sparing, men ein skynsom raðfesting at siga upp avtaluna við NEMA fyri at røkja uppgávuna sjálv, sigur Rúni Rasmussen eftir umfatandi kt-álopið í Klaksvík
 
07.11.2024 - 18:54

-Klaksvíkar Kommuna hevur fulla ábyrgd av kt-trygdini í kommununi. Og tað var ikki ein sparing, men ein "skynsom raðfesting" at siga upp avtaluna við NEMA fyri at røkja uppgávuna sjálv.

Tað sigur Rúni Rasmussen, kommunustjóri í Klaksvíkar Kommunu, sum í september mánaða varð álopin av teldusníkum, sum løgdu at kalla alla kommununa lamna og síðani noyddu kommununa at rinda umleið 800.000 krónur í loysigjaldi.

Fyrra hálvár í 2023 valdi Klaksvíkar Kommuna at átaka sær sjálva uppgávuna at tryggja dáturnar í kt-skipanunum hjá kommununi - bæði at verja tær móti álopum og taka trygdaravrit av teimum. Ein uppgáva, sum frammanundan hevði ligið hjá kt-fyritøkuni Nema. Hin 7. oktober í ár - fýra dagar eftir at Klaksvíkar Kommuna hevur hildið tíðindafund um kt-álopið - kunnar NEMA allar sínar vinnukundar um trygdarstøðuna. Í tí kunningini skrivar Nema millum annað at:

 "Tað er týdningarmikið at leggja afturat, at kommunan, ið nýliga var álopin, ikki er í okkara hýsing. Tey hava egna hýsing við egnari umsiting. Tað merkir, at hóast tey brúka skipanir frá Nema, hava vit onga ávirkan á teirra trygd."
Hoyr eina longri samrøðu við Rúna Rasmussen, kommunustjóra:

Runi_Rasmussen_-_07-11-2024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974