Ja ella nei á middegi um semingsuppskot

Ja ella nei á middegi um semingsuppskot
Semingsroyndin var stutt hesa ferð.
Feløgini fingu semingsuppskot í gjárkvøldið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2024 - 06:28

Á middegi skulu Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið svara Semingsstovninum, um tey taka undir við semingsuppskotinum, sum tey fingu í gjárkvøldið.

Semingsroyndin var stutt hesa ferð.

Hon var mikudagin og í gjár.

Semingsstovnurin var boðsendur 31. oktober.

Starvsfelagið hevur givið álitisfólkum á sáttmálaøkjunum hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagnum fundarboð klokkan tíggju fyri at kunna tey um semingsuppskotið.

Álitisfólkini avgera tó ikki, um felagið skal taka av.

Tað ger nevndin einsamøll.

Freistin at boða frá arbeiðssteðgi, um annar ella báðir partar ikki taka av semingsuppskotinum, er 48 tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423