Brendu ov nógvar møguleikar

Brendu ov nógvar møguleikar
Manslandsliðið í hondbólti eigur enn á at vinna sín fyrsta útidyst í skjótt fimm ár, nú Føroyar í dag taptu 32-35 fyri Ukraina, og alt ov nógvir kjansir fóru til spillis.
Peter Bredsdorff-Larsen, landsliðsvenjari
 
10.11.2024 - 18:37

Tað byrjaði annars væl, og Føroyar vóru á odda við bæði fimm og seks málum, men í steðginum var leiðslan krympað niður í 17-14 eftir ein annars í nógvar mátar góðan hálvleik.

Men tá ið 13 minuttir vóru eftir, javnaði Ukraina til 26-26 og endaði við at vinna við trimum málum, 35-32.

Toppskjútti hjá Føroyum var Óli Mittún, ið skjeyt átta mál, og honum á baki við sjey málum komu Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum eftir dystin var kosin besti føroyski spælarin.

Hin dysturin í okkara bólki hetta umfarið varð spældur seinnapartin millum Kosovo og Holland, og endaði hann við einum heldur óvæntaðum javnleiki, 33-33.

Nú eru fýra mánaðir, til Føroyar aftur spæla dyst í EM-undankappingini, og tað verður tann 12. mars ímóti Hollandi á nýggja heimavøllinum, Tjarnir.

Her ber til at hoyra samrøður við landsliðsvenjaran, Peter Bredsdorff-Larsen, og viðmerkjaran, Inga Olsen:

2024-11-10-Landslidshondboltur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533