Úr Tinganes suður á val

Úr Tinganes suður á val
Súsanna Bertholdsen, sum nú er landsstýriskvinna í heilsumálum, stillar ikki uppaftur til býráðsvalið á Tvøroyri
Súsanna Bertholdsen á kommunuvali á Tvøroyri í dag.
 
12.11.2024 - 15:39

Fríggjadagin tók Súsanna Bertholdsen við starvinum sum landsstýriskvinna í heilsumálum

Í gjár hevði hon fyrsta arbeiðsdag í aðalráðnum, og í dag kom hon suður at velja í heimbýnum.

- Tað hevur týdning hjá mær at sleppa suður at atkvøða, sigur nýggja landsstýriskvinnan, um hví hon ikki hevuratkvøtt við brævi.

 

Byrjaði í kommunalpolitikki

Súsanna Bertholdsen byrjaði síðan politisku yrkisleið í kommunalpolitikki. 

 Hon stillaði upp fyrstu ferð til býráðið í Tvøroyri fyri Javnaðarflokkin í 2016, og bleiv vald við 75 atkvøðum. 

Fýra ár seinni var hon afturvald. 

Í 2022 stillaði hon upp til løgtingsvalið og fekk 276 atkvøður. 

 

Varafólk á tingi

Tað var nóg mikið til eitt tíggjunda pláss á lista C, sum fekk níggju umboð. 

 Men tá Javnaðarflokkurin skipaði samgongu við Tjóðveldi og Framsókn, gjørdi Súsanna Bertholdsen hon fast varafólk á tingi. 

 Stutt eftir boðaði hon frá, at hon fór í farloyvi úr býráðnum, tí hon metti tað ikki vera rætt at sita bæði í býráðnum og á løgtingi. 

 Hon stillar ikki upp aftur á valinum í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285