Vágs kommuna: Levi fekk fleiri atkvøður enn Bjarni

bannari
Vágs kommuna: Levi fekk fleiri atkvøður enn Bjarni
Levi Mørk hevur fingið flestar atkvøður í Vági, har hann hevur fingið 131 atkvøður. Núverandi borgarstjórin, Bjarni Johansen, fekk við 108 atkvøðum triðflestar atkvøður.
Mynd: Privat á Facebook  
 
12.11.2024 - 21:25

Valstríðið í Vági hevur verið sera spennandi. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin ynskja øll borgarstjórasessin. Og tað hevur verið sagt, at núverandi borgarstjórin, Bjarni Johansen, og Levi Mørk kappast um sessin. Teir báðir eru uppstillaðir fyri Javnaðarflokkin. 

Men tað gjørdist Levi Mørk, sum dró longsta stráðið. Við 131 atkvøðum fekk Levi flestar atkvøður. Arni Brattaberg, sum fekk næstflestar atkvøður, fekk 120 atkvøður, meðan núverandi borgarstjórin fekk triðflestar atkvøður. Bjarni Johansen fekk 108. 

Í alt fekk Listi E 38,2 % av atkvøðunum og fýra umboð í kommunustýri, Listi C fekk 38,5 % av atkvøðunum og trý umboð í kommunustýrið, meðan Listi B fekk 22,3 % av atkvøðunum og tvey umboð í kommunustýrið. 

Nývalda kommunustýrið í Vágs kommunu, sum telur 9 limir, sær soleiðis út: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904