Tann ungi og grøni borgarstjórin

Tann ungi og grøni borgarstjórin
VIKUGESTURIN: Yngsti borgarstjórin í Havn nakrantíð er grøn í umhvørvisliga týdninginum; hóast hon bara er 28 ára gomul, hevur politikkur og samfelag longu fylt nógv
Elsa Berg avmyndað valkvøldið, tá ið hon gjørdi reint borð og fekk 1007 atkvøður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.11.2024 - 13:15

- Eg vil gjarna vera ein borgarstjóri, sum torir at peika á eina nýggja leið fyri okkara kommunu. 

Elsa Berg verður nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu frá á nýggjárinum, og soleiðis sum hon er privat er hon eisini sum politikari. Talan er ikki bara um eitt ættarliðsskifti á Vaglinum, men eisini um eina hugburðsbroyting og eina nýggja byrjan, heldur hon.

- Taå gerst bara greiðari, at vit standa í nøkrum stórum avbjóðingum, bæði í Føroyum og Tórshavnar kommunu, og tað er nú vit skulu handla og hugsa øðrvísi fyri at koma við teimum bestu loysnunum, so tað verður ein øðrvísi politikkur, staðfestir hon.

Eitt av spjøldrunum, sum er sett á Elsu Berg, hevur verið, at hon er meira aktivistur enn politikari, men tað ræðir hana ikki, tí júst tað at fáa virknar borgarar við í avgerðirnar hjá politikarum er avgerandi.

- Eg havi als einki negativt forhold til orðið aktivist. Vit hava aktivistar innan fyri so nógv samfelagsmál. Vit hava brúk fyri felagsskapum, vit hava brúk fyri fólki í samfelagnum, sum tala aktivt at og tala søk teirra, sum ikki vera hoyrd nokk. Eg haldi øll hava stóran týdning fyri samfelagsbroytingar, og politikarar eru bara ein partur av tí. Og eg vóni, tá eg veri borgarstjóri, at felagsskapir fara at venda sær til okkara og leggja trýst á, um vit ikki gera tað nóg gott.

Hoyr samrøðuna við Elsu Berg um hennara bakgrund, hennara virði og hennara ætlanir.

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. mai
Jambalaja - 100525
191703
Leygardag 10. mai
Upp á tá - 090525
191699
Leygardag 10. mai
Vikan 10. mai 2025
191694
Leygardag 10. mai
Morgunlestur leygardagur 10.mai 2025
191025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687
Fríggjadag 9. mai
Veðrið
191675
Fríggjadag 9. mai
KAKUMiKS (6:7)
191658
Fríggjadag 9. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191644
Hósdag 8. mai
Hondbóltur: Kosovo - Føroyar
191625