Arbeiða miðvíst við at fáa oljufeløg at leita undir Føroyum

Arbeiða miðvíst við at fáa oljufeløg at leita undir Føroyum
Jarðfeingi hevur seinastu árini arbeitt við at skilja landgrunnin eystanfyri, so tað verður lættari hjá oljufeløgum at greina jarðfrøðina og kolvetnismøguleikar
Jarðfeingi arbeiðir miðvíst við at fáa oljufeløg at leita í føroyskum øki, hevur fíggjarnevndin fingið at vita.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.11.2024 - 08:42

Jarðfeingi arbeiðir miðvíst við at fáa oljufeløg at leita í føroyskum øki.

Jarðfeingi hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at skilja føroyska landgrunnin eystanfyri, fyri at gera tað lættari hjá oljufeløgunum at greina jarðfrøðina og kolvetnismøguleikarnar har. 

Talan er í løtuni um 12 leitimið, sum eru heilt og partvís í føroyskum øki.

Tað sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið við fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

 

Nógvur skattur í Bretlandi

Ætlanin er at vísa á ítøkiligar møguleikar í føroyskum øki.

Endamálið er eisini at fáa betri hylling á, hvat oljufeløgini ætla at gera eftir broytingarnar í skattaviðurskiftunum í Bretlandi.

Skatturin á kolvetnisvinnuna er 78 prosent í Bretlandi.

Jarðfeingi ætlar at fara á oljuráðstevnuna BEOS í London í mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744