Málið um Bjarna Johansen framvegis ikki avgreitt

Málið um Bjarna Johansen framvegis ikki avgreitt
Fundurin í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag verður tikin uppaftur seinnapartin
Bjarni Johansen, sum er farin í part við Tjóðveldi, nú býráðið í Vági skal skipast eftir kommunuvalið.
 
20.11.2024 - 12:56

Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag fekk ikki avgreitt málið um Bjarna Johansen, borgarstjóra í Vági, í gjár, og fer aftur á fund seinnapartin í dag at viðgera málið.

- Við viðgera framvegis málið, og eftirsum fundurin ikki bleiv liðugur í gjár, hittast vit aftur klokkan fýra í dag, sigur Jens Petur Brattalíð, sum er næstformaður í felagnum, og virkandi formaður, tí formaðurin, Arni Georg Johansen, er burturstaddur.

Arni Georg Johansen er bróðir Bjarna Johansen.

Spurdur, um ætlanin er at koyra Bjarna Johansen úr flokkinum, hevur Jens Petur Brattalíð onga viðmerking.

 

Jens Petur Brattalíð. (Mynd: Norðoyaportalurin, Símun á Høvdanum)

 

Hevur ikki stuðul

- Sjálvandi hevur Bjarni Johansen ikki stuðul í felagnum, men felagið kann ikki nokta fólki at gera, sum teimum lystir, sigur Jens Petur Brattalíð.

Spurningurin er, um tað skal fáa fylgjur fyri Bjarna Johansen, at hann leyp frá avtaluni, sum hann hevði gjørt við Javnaðarflokkin í Vági og við Sambandsflokkin og ístaðin fór í part við Tjóðveldi um at skipa samgongu. 

Við samstarvinum við Tjóðveldi, skuldi Bjarni Johansen eftir ætlan halda fram sum borgarstjóri komandi fýra árini.

 

Hevði avtalu um at verða borgarstjóri

Levi Mørk, sum var toppskorari hjá Javnaðarflokkinum í Vági á kommunuvalinum fyri viku síðani, hevði annars eina avtalu um at gerast borgarstjóri.

Levi Mørk hevur heitt á Javnaðarflokkin um at taka støðu til, hvat skal gerast, nú Bjarni Johansen fór í samgongu við Tjóðveldi. Men Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, fer ikki upp í málið, segði hann við Kringvarpið í vikuni.

- Eg harmist politisku støðuna í Vági, men tað er lokala felagið, sum viðger hesa støðuna, segði Aksel V. Johannesen.

Levi Mørk fekk 131 persónligar atkvøður meðan Bjarni Johansen var næstfremstur á Javnaðarlistanum við 108 persónligum atkvøðum á kommunuvalinum í seinastu viku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979