Hørð lagna løgd á blik í nýggjari bók

Hørð lagna løgd á blik í nýggjari bók
Gunnar Hjelm breyt slóð og gekk ­sínar egnu leiðir. Hann varð ikki sjómaður men bodybuildari og skírdur ­fáfongdur apukattur
 
28.11.2024 - 11:10

Vilji er lekjandi máttur er heitið á fyrstu bók, sum Hans Stephanson Egholm letur úr hondum. Hon er um Gunnar Hjelm, sum í nítiárunum taldist millum bestu bodybuildarar í danska kongaríkinum.

Bókin er eisini ein lýsing av einum lívi, sum hevur lagað seg alt annað enn einfalt.

Bodybuilding og venjing er beinagrindin í bókini, men eisini verður greitt frá ógvuliga persónligum viðurskiftum.

Tosað verður um at missa síni næstu, um hjúnaskilnað, drykkjuskap, ovurfiti, ógvusliga happing og um eina eina lagnuløtu, sum mundi verið tann síðsta í lívinum.

Lívið hjá Gunnari hevur lagað seg alt annað enn einfalt. Hann hevur mist øll systkini, og pápin fór eisini alt ov ungur. Eitt skifti var hann sálarliga ógviliga ­niðurundirkomin, men hann kom aftur á beint. Kropsmenning var tað, sum fekk hann uppundan aftur.

Hann fekk nýggja tilveru við ­nýggjum maka, men brátt róku myrk skýggj yvir vónríku ­hjúnini. Dóttirin vigaði minni enn ein mjólkarpakki, tá ið hon varð borin í heim, og sonin sluppu tey bara at hava hjá sær í hálvt ár, áðrenn hann andaðist av vøddasvinni.

Bókin, Vilji er lekjandi máttur, er tann fyrsta, sum Hans Stephanson Egholm letur úr hondum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290