Upp á hægstu tindar fyri at nullstilla seg

Upp á hægstu tindar fyri at nullstilla seg
Fyri Jens Jákup Hansen snýr fjallaklintring seg ikki bara um at røkka toppinum. Tað snýr seg eisini um at finna frið og læra at virðismeta tað, sum vit hava.
 
12.10.2026 - 09:45

Jens Jákup Hansen er aftur á veg út í heim at royna seg á einum av heimsins krevjandi fjøllum. Hesa ferð er málið Ama Dablam í Nepal, har hann skal royna at klintra upp á toppin.

Í januar 2024 eydnaðist honum at koma upp á Aconcagua í Suðuramerika, og í fjør var hann eisini í Nepal, men fyri Jens Jákup er tað ikki sjálvur fjallatoppurin, sum hevur størstan týdning.

– Fyri meg er tað ein nullstilling, sigur hann.

Tá ið hann er í fjøllunum, snýr alt seg um at vera til staðar í løtuni. Tað gevur honum frið og fær hann at síggja gerandisdagin við nýggjum eygum.

Men ferðin hevur eisini eitt annað endamál. Jens Jákup savnar pengar inn til Alzheimerfelagið, tí pápi hansara hevur fingið Alzheimer. Hann vil samstundis varpa ljós á sjúkuna og tær avbjóðingar, sum tey avvarðandi standa við.

Í Góðan morgun Føroyum greiddi Jens Jákup frá fyrireikingunum, vandunum, gleðini við fjallaklintring og um, hví tað viðhvørt er neyðugt at fara langt burtur fyri at læra at virðismeta tað, sum vit hava heima.

a_2414-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891