- Tit síggja ikki ta gleðina, sum vit síggja!

- Tit síggja ikki ta gleðina, sum vit síggja!
Á Herberginum í Havn møta Sonja Tungá og Beinta Henriksen hvønn dag menniskjum, sum hava tað trupult. Men mitt í mótgongdini eru eisini nógvar góðar løtur, gleði og látur.
Beinta Henriksen og Sonja Tungá uttan fyri Herbergið
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
21.10.2026 - 10:16

– Vit mugu møta teimum, har tey eru, og vera har fyri tey, eisini tá tað gongur illa.

Í dokumentarsendingini "Leivur vil liva" fáa vit innlit í lívið hjá einum manni, sum stríðist við rúsevnismisnýtslu. Men vit møta eisini starvsfólkunum, sum eru rundan um hann.

Tvær teirra eru Sonja Tungá, heilsuhjálpari, og Beinta Henriksen, sjúkrarøktarfrøðingur, sum báðar arbeiða á Herberginum í Havn.

Í morgunsendingini greiddu tær frá einum arbeiðsdegi, har tað fyrst og fremst snýr seg um at møta menniskjum við virðing, umsorgan og tolsemi.

Hóast arbeiðið viðhvørt kann vera tungt, er gerandisdagurin á Herberginum eisini merktur av hugna og gleði. Ein føðingardagur við flaggi og køku ella ein góður døgurði kann hava stóran týdning.

Arbeiðið hevur eisini lært tær, hvussu skroypiligt lívið er, og hvussu lítið viðhvørt skal til, áðrenn eitt menniskja missir fótafestið.

– Fólk kenna ikki søguna aftanfyri, siga tær.

Hoyr samrøðuna við Sonju Tungá og Beintu Henriksen um lívið á Herberginum, um vón og vónloysi og um at síggja menniskjað aftan fyri trupulleikarnar.

a_3953-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308