Sissal: Eg visti einki um aftaná

Sissal: Eg visti einki um aftaná
Hóast tú ert staðfest frísk av krabbameini, verður alt ikki sum áður. Tað hevur Sissal Kampmann sjálv upplivað, og nú varpar hon ljós á lívið eftir krabbamein
"Aftaná - lívið eftir krabba" er nýggj sendirøð í útvarpinum, sum Sissal hevur gjørt
Mynd: Savnsmynd  
 
14.10.2026 - 10:50

Óttin fyri afturfalli, óvissan um framtíðina og avbjóðingarnar við at venda aftur til gerandisdagin.

Í februar í fjør fekk Sissal Kampmann staðfest blóðkrabba. Eftir harða viðgerð varð hon staðfest frísk, men tíðin aftaná gjørdist nógv øðrvísi, enn hon hevði ímyndað sær.

– Eg visti einki um aftaná, sigur Sissal Kampmann, sum saknaði at hoyra frá øðrum, ið høvdu verið ígjøgnum tað sama.

Tí hevur hon gjørt útvarpssendirøðina "Aftaná – lívið eftir krabbamein", har fólk við ymiskum royndum greiða frá lívinum, tá viðgerðin er liðug.

Endamálið er at seta orð á eina tíð, sum ofta fær lítla umrøðu, og at geva bæði fyrrverandi krabbameinssjúklingum og avvarðandi størri innlit og fatan.

Sendirøðin er í fýra pørtum, hon verður send mikudagar klokkan 16.05 og er annars at finna á kvf.fo.

Hoyr samrøðuna við Sissal Kampmann í Góðan morgun Føroyum.

a_2450-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890