- Øll skulu viðfarast líka

- Øll skulu viðfarast líka
VIKUGESTURIN: Karl Johansen hevur sum borgarstjóri havt stóra nyttu av sínari drúgvu lívsleið sum politistur og sýslumaður
Karl Johansen var fyri fyrstu ferð á vitjan í Kringvarpinum
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
30.11.2024 - 13:23

- Karl er ein róligur persónur við báðum beinum plantaðum á jørðini, sigur barndómsvinurin Pól Mikkelsen.

- Ein erligur persónur, kontantur og 100 prosent til at líta á, sigur dóttirin Annika Karlsdóttir Ljósstein. 

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík var vikugestur í Vikuni. Hann fór nústaðni upp í politikk sum 66 ára gamal, men hann gjørdist beinanvegin borgarstjóri í næststørstu kommununi í Føroyum. Nú fer hann undir sítt annað tíðarskeið sum borgarstjóri.

Fyri tað hevur hann verið politistur og sýslumaður í samfull 40 ár í Klaksvík, har hann sjálvur eisini vaks upp. Sum politistur og sýslumaður kennir hann klaksvíkingar betri enn tey flestu, og hansara niðurstøða er greið:

- Klakvsíkingar eru rættiliga lokalir.

Sjálvur hevur hann lagt stóran dent á, at øll skulu viðfarast líka.

Hoyr samrøðuna við Karl Johansen her:

 

Karl_Johansen_-_vikugesturin_-_30112024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325