Gjøldini hækka, tí eftirsleip hevur verið í 10 ár

Gjøldini hækka, tí eftirsleip hevur verið í 10 ár
Eldrasamstørvini hækka gjøldini 15 prosent á nýggjárinum
Gjøldini hækka á nýggjárinum.
 
02.12.2024 - 13:30

Á nýggjárinum verður dýrari at brúka tænastur frá eldrasamstørvunum um landið.

Heimildin at hækka gjøldini var givin í broyttari kunngerð í fjør, sum ásetir gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt og so framvegis. 

Við støði í tí hevur Kommunufelagið gjørt ein felags leist, sum eldrasamstørvini nú brúka, soleiðis at gjøldini framhaldandi vera eins fyri alt landið.

 

Fólkapensjón og Samhaldsfasti

Gjøldini verða ásett eftir inntøku, sum fólk hava aftrat fólkapensjón og útgjaldi úr Samhaldsfasta.

Hjá teimum, sum hava upp til 50.000 krónur í inntøku aftrat fólkapensjón og útgjaldinum úr Samhaldsfasta, hækkar gjaldið fyri búpláss 1107 krónur um mánaðin.

Síðani hækkar gjaldið, alt eftir inntøkuni hjá fólki. Tey, við inntøku oman fyri 290.000 krónur um árið aftrat fólkapensjónini og útgjaldinum úr Samhaldsfasta, skulu 1. januar rinda 2050 krónur aftrat um mánaðin fyri búpláss.

1.januar verður bíligasta egingjaldið fyri búpláss 8640 krónur, og dýrasta egingjaldið verður 16.000 krónur um mánaðin.

 

Tórbjørn Jacobsen er formaður í Kommunufelagnum. 

 

Umlætting

Tey, sum hava tørv á umlætting, skulu gjalda 189 krónur meira um vikuna fyri tað. Egingjaldið fyri eina viku umlætting verður tá 1491 krónur.

Eisini gjøldini fyri heimahjálp hækka. Hjá teimum við lægstu inntøkunum aftrat fólkapensjón og Samhaldsfasta, verður tað níggju krónur dýrari fyri hvønn tíma, og tey við hægstu inntøkunum skulu gjalda 35 krónur meira um tíman.

Heimahjálpin fer tá at kosta millum 68 krónur og 270 krónur um tíman hjá teimum, sum hava tørv á henni.

Hoyr samrøðu við Tórbjørn Jacobsen, formann í Kommunufelagnum, í útvarpstíðindunum: 

 

02122024_Tobbi_um_eldtagjold

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666