Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smábarnamamma: - Vit hava ikki ráð til døgurðamat
Smábarnamamma: - Vit hava ikki ráð til døgurðamat
Tá sjúka rakti familjuna, koppaði gerandisdagurin, og við stóra prísvøkstrinum í Føroyum, hava Beinta Rubeksen og maðurin nú ikki nóg mikið til lívsins uppihald
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
11.12.2024 - 11:55
At fáa heitan mat á borðið hvønn dag er als ikki sjálvsagt í øllum føroyskum heimum.
43 ára gamla Beinta Rubeksen er millum teirra, ið ikki fáa endarnar at røkka saman.
Tá allar fastar útreiðslur eru rindaðar, fer restin til mat og blæur. Og tá røkkur peningurin ikki til heitan døgurðamat.
Og Beinta Rubeksen er ikki einsamøll.
Fleiri enn 1400 fólk í Føroyum eiga ikki nóg mikið til lívsins uppihald og leita sær tí hjálp frá Reyða Krossi Føroya, sum letur ókeypis klæði og døgurðamat.
Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, í sambandi við ársins jólakonsert, sum Barnabati á hvørjum ári tekur stig til, fyri at savna pening til fíggjarliga sperdar familjur.
Dýrt at liva
Beinta Rubeksen býr í Norðdepli saman við manninum.
Saman hava tey níggju børn, sum eru millum tvey og 24 ár. Tvey tey elstu búgva ikki heima longur.
Sum mamma at níggju børnum er Beinta Rubeksen von at spara og velja tær bílígu loysnirnar í gerandisdegnum.
Hon bakar kaku til fríggjadagshugnan og bindur húgvur til føðingardagar.
Men tað er munur á at spara og ikki at hava nóg mikið til mat á borðið.
Beinta Rubeksen saman við eina soninum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Umskiftiligar umstøður
Fyri fimm árum síðani starvaðist Beinta Rubeksen sum leiðari í handli í Klaksvík. Maðurin var sjómaður, og saman livdu tey eitt rímiligt lív; vóru sparin, men ikki fátæk.
Í seinnu helvt av 2019 læt handilin, har Beinta arbeiddi, aftur.
Um hetta mundið øktist familjan eisini, og tað sama gjørdu prísirnir í Føroyum.
Síðani bleiv støðugt torførari at fáa gerandisdagin at mala runt hjá familjuni.
Sjúka koppaði gerandisdegnum
Við stuttum millumbilum átti Beinta Rubeksen trý børn. Hetta hevði við sær, at hon í trý samanhangandi ár var í barnsburðarfarloyvi.
Hon fekk almennan stuðul, og saman við lønini hjá mannininum fingu hjúnini - hóast støðugt hækkandi prísirnar - endarnar at røkka saman.
Hetta var, til óvæntað sjúka koppaði gerandisdegnum.
Tann eini sonurin endaði á sjúkrahúsinum, og familjan fekk boð um, at best var, um antin Beinta ella maðurin vóru hjá soninum á sjúkrahúsinum, meðan hin var heima við hinum børnunum.
Tey so gjørdu, og tað gekk - til tað ikki gekk longur.
Ógjørligt at arbeiða
Ein uppsøgn lá í summar í durinum, og tað broytti alt.
Maður Beintu Rubeksen hevur siglt, síðani hann var 13 ár. Støðan í familjuni ger, at hann nú leitar eftir arbeiði á landi, men higartil hevur tað ikki eydnast.
Sum støðan er nú, fær Beinta Rubeksen heldur ikki arbeitt.
Tvey í barnaflokkinum hava serligan tørv. Tey hava ávikavist autismu og infantila autismu. Barnið við infantilari autismu hevur brúk fyri einum sertilboði, men onki er.
Í dag situr familjan eftir við eini nógv minni inntøku enn áður, og hon røkkur ikki til at breyðføða stóru familjuna.
Sjúka í familjuni og prísvøksturin í Føroyum er orsøkin til, at Beinta Rubeksen og maðurin ikki fáa endarnar at røkka saman. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Ikki ráð til heitan mat
Beinta Rubeksen livir nú av einari fyribils uppihaldsveiting; ein veiting, ið tað ber til at søkja, um ein hevur sjúkt barn og ongar aðrar møguleikar at uppihalda sær og familjuni.
Hvønn mánað ger Beinta Rubeksen eina fíggjarætlan.
Tá allar fastar útreiðslur eru farnar av, eru umleið 10.000 krónur eftir at breyðføða familjuni og til blæur til tey minstu. Men peningurin røkkur ikki til heitan døgurðamat hvønn dag.
- Tað kann ljóða av nógvum fyri summi, men vit eru so nógv í tali, og prísurin á vørum er nógv hækkaður, sigur Beinta Rubeksen.
Sparsemi
Hóast familjan ikki hevur ráð til heitan mat á borðið, er inntøkan størri enn tann, sum krevst fyri at fáa familjuískoyti. Ein ásett upphædd, sum ikki er prístalsjavnað síðani 2018.
Beinta Rubeksen ger tað, hon kann, fyri at fáa ráð til mat. Hon bakar breyð, og hon leggur havragrýn aftrat kjøtfarsinum, soleiðis at frikadelludeiggið røkkur longur.
Við hesum megnar hon at halda nøkrum útreiðslum niðri.
Men við fleiri børnum, ið hava cøliaki og eru ovurviðkvom fyri gluten, gerst kosturin skjótt ógvuliga dýrur, og tíðin, sum tað tekur at gera tær ymisku máltíðirnar við og uttan gluten, krevur sítt.
Í neyð uttan hjálp
Fyri at fáa heitan mat á borðið, fær Beinta Rubeksen hjálp frá Reyða Krossi.
Hjálparfelagsskapurin veitir mat og klæðir til tey, ið ikki fáa endarnar at røkka saman, og hetta hevur bjargað húskinum.
Familjan hevur millum annað fingið fiskafars, rís, pasta og havragrýn úr hjálparpakkanum hjá Reyða Krossi.
Tá ongin peningur hevur verið til ferðing eftir mati, hevur Reyði Krossur boðið sær til at koyra til Norðdepils við matinum.
- Vit høvdu ikki klárað okkum uttan hesa hjálpina, sigur Beinta Rubeksen.
T_BEINTA_RUBEKSEN
Jólatíðin er serliga hørð
Serliga er tað hendan tíðin á árinum, at fíggjarligu korini kennast serliga trong.
Í ár søkir Beinta Rubeksen jólahjálp frá Barnabata, SMS og Frelsurnarherinum.
Familjan er takksom fyri hjálpina og hevði ikki klárað seg uttan. Samstundis fylgir ein kensla av ringari samvitsku.
- Eg føli meg ógvuliga illa. Eg føli meg sum ein nassara at søkja um hjálp, sigur Beinta Rubeksen og leggur aftrat:
- Vit fara sikkurt at hugna okkum, tað gera vit altíð, men mann følir seg illa, tá mann fer inn í handilin við einum gávukori frá FK ella SMS til dømis.
“Vit hava ikki ráð beint nú”
Tað er ein kensla av ringari samvitsku í búkinum, tá Beinta Rubeksen hugsar um børnini, sigur hon.
- Beint nú spyrja tey slett ikki, um tey kunnu sleppa til hetta og hatta. Tey eru bara børn, tey eiga at sleppa til alt møguligt, sigur hon.
Men tað ber ikki til í heiminum í Norðdepli beint nú.
Serliga er tað setningurin: “Vit hava ikki ráð beint nú,” sum nívir Beintu Rubeksen.
Tá tað snýr seg um sosiala lívið hjá børnunum, bjóðar kommunan ymisk ókeypis tilboð. Millum annað kunnu tey nýta vøllin, høllina og maskinurnar í róðrarneystinum.
Men so er tað tað, sum tey ikki sleppa.
Børnini koma fyrst
Herfyri hevði eina barnið eitt brennandi ynski um at spæla við KÍ.
- Mamma, góða kann eg ikki sleppa, segði hann, sjálvt um hann roknaði við, at tað ikki bar til, sigur Beinta Rubeksen.
Vinfólk í grannalagnum og børn úr grannabygdunum spæla við stóra fótbóltsfelagnum. Men útreiðslur til buss, limagjald og fótbóltsklæðir gera, at tað ikki ber til.
- Sum mamma havi eg ordiliga ringa samvitsku, tí eg vil ordiliga gjarna lova teimum gull og grønar skógir, men tað ber bara ikki til beint nú, sigur Beinta Rubeksen.
Alt snýr seg um børnini, og sjálv kemur hon síðst í røðini. Hon pyntar seg ikki, og hárið rakar hon av, so hon eisini sparir teir pengarnar.
- Eg komi einaferð, um eg livi so leingi, sigur Beinta Rubeksen.
Tað er sannlíkt, at familjan flytur av landinum, tí tað er ov dýrt hjá teimum at búgva í Føroyum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Framtíðin í Føroyum er óviss
Umstøðurnar kunnu broytast til tað betra, um húskið flytur av landinum.
- Tað tosa vit nógv um, sigur Beinta Rubeksen.
Tað er bíligari at liva í Danmark, og tað ger allan munin.
- Húsini eru bíligari, maturin er bíligari, og um mann eigur børn við serligum tørvi, so hoyri eg, at har longu er ein pakki gjørdur til títt barn, sigur hon.
Tað eru viðurskifti, sum gera tað keðiligt at flyta - millum annað verður málið eitt annað. Men sambært Beintu Rubeksen fer tað ikki at halda teimum aftur.
Umhugsa nýtt lív Danmark
Okkurt má henda, um familjan í Norðdepli skal verða verandi í Føroyum.
Um umstøðurnar ikki broytast, er sannlíkt, at tey øll pakka skjáttuna og byrja nýtt lív í Danmark á sumri 2025.
- Vit hyggja at húsum hvønn dag, sigur Beinta Rubeksen og leggur dent á orðið hvønn.
Øll eiga at hava rætt til at liva í Føroyum. Tað er hon sannførd um.
Men prísirnir gera tað torført, og í síðsta enda snýr tað seg um at geva børnunum eitt gott lív.
- Eg vil hava, at børnini hjá mær skulu hava tað gott, sigur Beinta Rubeksen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV