Nýggjur sáttmáli undirskrivaður: Lønarhækkingin verður 3,64 prosent

Nýggjur sáttmáli undirskrivaður: Lønarhækkingin verður 3,64 prosent
Nýggi sáttmálin millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið er galdandi í eitt ár, og lønarhækkingin verður 3,64 prosent, galdandi frá 1. oktober í fjør
Mynd: Starvsfelagið  
 
28.05.2026 - 15:14

Fyri løtu síðani skrivaðu Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálaráðnum, undir nýggjan lønarsáttmála, sum verður galdandi í eitt ár, frá 1. oktober í fjør til 1. oktober í ár.

Starvsfelagið er eitt av teimum 12 feløgunum, sum hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um lønarkarm upp á 3,87 prosent í ár.

Nýggi sáttmálin kostar 0,23 prosentstig, og tí verður lønarhækkingin hjá limum í Starvsfelagnum 3,64 prosent, galdandi frá 1. oktober 2025.

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Jákupsson gjørdi við Súna Selfoss og Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum beint eftir, at skrivað var undir nýggja sáttmálan:

 

28052026_Suni_og_Aksel

 

Semjan kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375