Marianna "Í løtuni": Tað skal vera lekkurt og heilt niðri á jørðini

Marianna "Í løtuni": Tað skal vera lekkurt og heilt niðri á jørðini
Marianna Winter hevur spennandi útgávukonsert fyri framman við íblástri úr náttúruni
Fríggjakvøldið verður útgávukonsert í Norðurlandahúsinum hjá Mariannu Winter
Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð  
 
28.05.2026 - 12:54

Marianna Winter hevur nýliga givið út sína fyrstu heildarútgávu, The More You Know, sum longu hevur fingið góða móttøku. Tað hoyrist týðiliga, at nógv orka er løgd í bæði tónleikin og tað visuella úttrykkið kring útgávuna. 

“Í løtuni” framførir Marianna sangin “Airdry” av nýggju plátuni. Tá hon skuldi velja ein sang til sendingina, hevði tað stóran týdning, at hann riggaði væl í einum heilt einføldum og akustiskum hami við kassagittara og sangi. 

Hoyr Mariannu í løtuni niðanfyri:

Marianna_14lufs_v2

 

 

Sangurin “Airdry” riggar eisini væl í náttúruni, bæði tónlistarliga og estetiskt. Sambært Mariannu fangar hann eisini nógv av tí visuella úttrykkinum á plátuni. 

– Plátan er eitt sindur meira syntetiskt grøn, ella ein surrealistisk náttúra. So tað er stuttligt at framføra ein av sangunum í veruligu náttúruni, sigur hon. 

Hon leggur afturat, at “Airdry” liggur henni nær, men at tað er trupult at velja ein yndissang av plátuni. 

– Tað kann eg ikki ordiliga. Tað er alt eftir huglagnum. “Airdry” er ordiliga lekkur og lættur, men “The More You Know” er nógv meira persónligur og djúpur. So eru tað aðrir sangir, sum eg haldi eru stuttligir at lurta eftir og stuttligir at framføra. 

LES EISINI: - Útgávan er ein roynd at klemma øll tey ófullkomnu brotini í okkum sjálvum

Í løtuni sleppur Marianna eisini at uppliva sangin á ein nýggjan hátt í stillu náttúruni. 

Eg slapp at uppliva sangin sjálv upp á ein heilt minimalan og simplan máta og ordiliga bara sita eftir við tekstinum.


Marianna dylur ikki fyri, hvussu stóran týdning unnustin, Ragnar Finsson, hevur havt fyri verkætlanina, og hvussu hann lyftir undir sangskrivingina.(Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð) 

Konsertferðin hjá Mariannu er longu byrjað, og hon fegnast um, hvussu væl plátan er móttikin. Hon greiðir frá, hvussu stuttligt tað hevur verið stuttligt at síggja, hvussu breitt plátan hevur rakt. Bæði at ungdómurin kann dansa og stuttleika sær við løgunum, men eisini ein breiðari málbólkur, heilt niður til børn og eldri, sum dámar bæði tað stilla og tað villa. 

LES EISINI: Marianna Winter: "Plátan snýr seg um at taka tað góða við tí ringa"

Fríggjakvøldið verður útgávukonsert í Norðurlandahúsinum, og har kunnu áhoyrarar vænta eina lætta og orkufulla uppliving.  


Serliga gleðir Marianna seg til at spæla saman við strúkarum fyri fyrstu ferð. 

 

Og hennara greiða áheitan er: 

Komið til konsertina, tí tað er nakað heilt annað at uppliva tað á palli. 

 

Umframt útgávukonsertina verður Marianna eisini at hoyra á fleiri festivalum í summar, millum annað á Countryfestivalinum og G! festivalinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804