Bergholini eru klár

Bergholini eru klár
Landsverk og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hava góðkent bergholini norður um Fjall til almenna ferðslu 
Trygdin er í lagi, siga avvarðandi myndugleikar.
 
19.12.2024 - 06:33

Bergholini í Borðoynni eru klár.

Landsverk og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hava góðkent bergholini norður um Fjall til almenna ferðslu. 

70 fólk vóru við í stórari venjing í Árnafjarðarbergholinum týskvøldið.

Tey vóru frá politinum, Klaksvíkar sløkkiliði, Heilsuverkinum, Ambulansutænastuni og Landsverki.

Øll høvdu egnar eygleiðarar við, sum skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina. 

Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og góðkendi tilbúgvingina í bergholunum.

Landsverk hevur staðfest, at bergholini halda øll myndugleikakrøv.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur eisini brunagóðkent bergholini.

Tí kunnu tey lata upp fyri almennari ferðslu. 

Og tað verður í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213