- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jensi av Rana atkvøddi ímóti fíggjarlógini
Jensi av Rana atkvøddi ímóti fíggjarlógini
- Tað nívir meg, at vit hoyra neyðarróp úr samfelagnum, tí tað eru ikki øll, sum hava tað gott, sigur Jens av Rana, formaður í Miðflokkinum, ið atkvøddi ímóti fíggjarlógini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
19.12.2024 - 11:57
Ein atkvøða var ímóti, tá ið endaliga atkvøðugreiðslan um løgtingsfíggjarlógina fyri 2025 var í gjárkvøldið.
27 tingfólk atkvøddu fyri, tey fimm tingfólkini hjá Fólkaflokkinum atkvøddu blankt, og sum tann einasti atkvøddi Jenis av Rana í Miðflokkinum ímóti fíggjarlógini.
- Tað, sum nívir meg, er at vit hoyra neyðarróp úr samfelagnum, tí tað eru ikki øll, sum hava tað gott, sigur hann:
At øll ikki atkvøða fyri fíggjarlógini, kemur fyri viðhvørt, og seinast var í 2021, tá ið fimm tingfólk atkvøddu ímóti.
Løgtingsfíggjarlógin fyri næsta ár hevur 120 milliónir krónur í halli.
Jenis_av_Rana_imoti_figgjarlogini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. desember
LEITISSTEIN 17.12.2024 (Alternativur jólatónleikur 2024 v/Eileri Sørensen)
185259
Nýggjastu sendingar í SV