- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Tunlarnir norður um Fjall lata upp
Síðst lastbilurin trokar seg inn í og ígjøgnum gomlu tunlarnar norður um Fjall, sum eru frá 1965 og 1967.
Eitt útsýni, sum brátt er ein saga blot.
Fyrstu fólkini, ið fingu høvið at royna nýggju tunlarnar norður um Fjall, vóru rennarar.
Tað er altíð ein serlig løta, tá ein nýggjur tunnil letur upp í Føroyum. Í hesum føri eru tað tveir.
Hesin trossaði eisini kulda og kava og fór pressandi gjøgnum báðar teir nýggju tunlarnar norður um Fjall.
Hýrurin er góður, hóast tað er kalt, sigst.
Rennarar lótu væl at túrinum gjøgnum tunlarnar.
Klokkan 13.30 verður hátíðarhald við bergholsmunnan Hvannasundsmegin. Klaksvíkar hornorkestur spælir, og fleiri røður verða hildnar. Millum annað skulu Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, halda røðu, áðrenn fyrstu bilarnir sleppa gjøgnum nýggju bergholini.
Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, førir fram røðu.
|