Meiriluti er ikki í samgonguni fyri einum søluliði í elveitingarlógini

Meiriluti er ikki í samgonguni fyri einum søluliði í elveitingarlógini
Liljan Weihe og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi taka ikki undir við einum søluliði í elveitingarlógini, og tí er ikki meiriluti fyri hesum í samgonguni
Liljan Weihe og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi taka ikki undir við einum søluliði í elveitingarlógini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2024 - 15:40

Meirluti er ikki í samgonguni fyri at fáa eitt sølulið inn í elveitingarlógina.

Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, Tjóðveldistingfólk, taka heldur ikki undir við tí. 

Hvørgin teirra heldur, at tað er eitt gott hugskot. 

 

Eingin avtala

Á sama hátt sum Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, so eru tey heldur ikki av tí fatan, at ein avtala er gjørd um, at eitt sølulið skal inn í elveitingarlógina, í samgonguni.

"Nei, tað stendur ikki í samgonguskjalinum, og eg havi ikki gjørt nakra avtalu um hetta," sigur Erling Eidesgaard.

"Vit høvdu bara eina avtalu um, at vit skuldu hyggja at hesum málinum aftur, men eg meti enn ikki, at vit skulu víðari við hesum," sigur Liljan Weihe.

 

Eitt sølulið skal skumpa undir grøna orkuskiftið

Men sambært Margit Stórá, landsstýriskvinnu í orkumálum, so er avtala gjørd um, at eitt sølulið skal inn í elveitingarlógini so ella so.

Tað snýr seg millum annað um at skumpa til grøna orkuskiftið. 

Men sambært Erlingi Eidesgaard er tað ikki eitt sølulið, sum skal til fyri at skumpa undir grønu gongdina hjá SEV. 

"Grøna orkuskiftið skal ikki gerast í skundi, og slett ikki á hendan hátt," sigur Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi. 

 

Elveitingarlogin_og_solulid_Liljan_og_Erling

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221