Ringt veður gevur ikki fráveru

Ringt veður gevur ikki fráveru
Ongan ásetingar eru í kunngerð, sum leggja upp fyri fráveru hjá miðnámsskúlanæmingum, tá veðrið ávirkar samferðsluna
Slepst ikki í skúla fyri verður, verður undirvíst talgilt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.12.2024 - 08:49

Ongan ásetingar eru í kunngerð, sum leggja upp fyri fráveru hjá miðnámsskúlanæmingum, tá veðrið ávirkar samferðsluna.

Men flestu miðnámsskúlar hava talgilda undirvísing, tá næmingar ikki kunnu koma skúlan fyri veður.

Kunning um hesar mannagongdir er í nøkrum førum sett í skilhaldsreglur skúlans, og í øðrum førum latin næmingum sum onnur kunning. 

Tá undirvísingin er talgild, fáa næmingarnar hetta at vita á heimasíðu skúlans og á innanhýsis samskiftispalli.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Hann sigur eisini, at eingin skúli eigur at seta í verk agatiltøk móti næmingum, sum hava fráveru, tí samferðslan er avlýst fyri veður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285