Heimsins besti telvari fingið leikbann fyri ikki at fylgja klædnareglum

Heimsins besti telvari fingið leikbann fyri ikki at fylgja klædnareglum
Tað snúði seg um kovboybuksurnar hjá Magnusi Carlsen, tá hann eftir átalu og bót tók seg úr kappingini
Magnus Carlsen er millum heimsins bestu telvarar
Mynd: Savnsmynd  
 
28.12.2024 - 10:58

Klandur um einar kovboybuksur endaði við, at ein av heimsins bestu telvarum, Magnus Carlsen, í nátt trekti seg úr HM í í snar- og kviktalvi. 

Tað skrivar norska kringvarpið.

Tað var eftir, at næsta talvið var spælt, at Magnus Carlsen bleiv biðin at koma á fund við høvuðsdómararnar. 

Á fundinum fekk hann vita, at hann hevði brotið klædnareglurnar hjá altjóða talvsambandinum FIDA, tí hann var í einum kovboybuksum. 

Tískil fekk hann eina bót á 200 amerikanskar dollarar og varð biðin um at skifta buksur. 

Sambært reglunum mátti hann skifta buksur áðrenn næsta talv, men tá hann ikki gjørdi tað heldur, fekk hann leikbann til næsta umfar.

Og tað endaði við, at Magnus Carlsen sjálvur valdi at taka seg úr kappingina í mótmæli móti reglunum. Og tað var ein týðiliga argur telvari, sum tosaði við stroymingstænastuna Take Take Take aftaná.

 

1716889

 

Við NRK sigur hann, at hetta er bara enn ein kapitul í einum longri stríði við FIDA, og hótti hann við aldrin at telva aftur í einari kapping, sum altjóða talvsambandið skipar fyri.
 

1716887

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439