Tætt millum ja- og nei-síðuna

Tætt millum ja- og nei-síðuna
Í dag er fólkaatkvøða í Íslandi, og íslendingar skulu gera av, um Ísland skal taka upp aftur samráðingar við ES um limaskap
Íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir, og maðurin, Einar Bergur Ingvarsson, á veg á valstaðið at velja, um Ísland skal taka upp aftur samráðingar við ES um limaskap.
Mynd: Leonhard Foeger/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.08.2026 - 12:49

Flestu valstøð lótu upp klokkan 9 íslenska tíð, tað er klokkan 10 okkara tíð, og tey lata aftur klokkan 10 í kvøld, klokkan 11 okkara tíð.

Veljarakanningar hava leingi víst ein lítlan meiriluta fyri at fara aftur til samráðingarborðið, men munurin er minkaður so hvørt sum valdagurin nærkast.

Í einari kanning fyrr í vikuni søgdu 51,3% ja og 48,7% nei. Aðrar kanningar hava víst nakað tað sama, har tey, sum siga seg fara at svara ja, eru eitt vet fleiri enn tey, sum siga seg fara at svara nei.

Ein kanning frá Gallup vísti fyri fyrstu ferð ein lítlan meiriluta ímóti. Í henni siga 51,6% nei og 48,4% ja.

Ein kanning er kom aftur í morgun. Hon vísir, at íslendingar eru tvíbýttir í støðuni, tí tey sum siga ja, eru nú fleiri enn tey, ið síga nei. Men munurin er ikki stórur.

Í kanningini siga 50,4 prosent ja og 49,6 prosent nei.

 

Lurta eftir samrøðu við Hansu Hansen, journalist, í tíðindunum kl 12.20. Hon er stødd í Reykjavík.

1829455

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290