14 skip fiskaðu felagskvotuna av svartkjafti

14 skip fiskaðu felagskvotuna av svartkjafti
Nógv tey flestu skipini fiskaðu 2.500 tons, sum var tað mesta, hvørt skipið fekk
Kvotan var 35.000 tons, felagskvota við hámarki.
 
08.01.2025 - 10:31

14 uppsjóvarskip og ídnaðarskip sluppu at fiska svartkjaftakvotuna, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, gjørdi av at býta millum skipini.

Kvotan var 35.000 tons, felagskvota við hámarki.

Nógv tey flestu skipini fiskaðu 2.500 tons, sum var tað mesta, hvørt skipið fekk.

Arctic Voyager fekk góð 984 tons, Ango fekk góð 1.578 tons, og Norðborg fiskaði 2.430 tons, tí tey vóru ikki liðug við sína kvotu, tá felagskvotan var fiskað.

Treytin var, at skipini skuldu vera liðug við sína egnu kvotu, áðrenn tey fingu lut í felagsskvotuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101