Jógvan Hansen: 16.000 atgongumerki vóru seld til jólashowini

Jógvan Hansen: 16.000 atgongumerki vóru seld til jólashowini
Jógvan er sjálvur ein av teimum trimum høvuðsmonnunum í Vitringarnir 3, sum harumframt telur dansarar, tónleikarar og kór. Og jólashowini eru ein heildaruppliving
Jógvan Hansen dámar væl umhvørvið á Borðoyavík. Her er hann staddur í Ásastovu
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
14.01.2025 - 13:21

Í hesari samrøðuni sigur Jógvan Hansen okkum at hann onki gjørdi við tónleikin tey fyrstu árini, ið hann búði í Íslandi, men eftir at hann vann X-Factor kappingina í apríl 2007, broyttist hetta. Og síðani fíggjarkreppuna í 2008, hevur Jógvan verið sangari, tónleikari og undirhaldari fult og heilt. Men Jógvan hevði ongantíð ætlað sær at tekna seg til kappingina. Men tað gjørdu tvær ungar kvinnur, ið høvdu hoyrt hann sungið Right next to the right one hjá Tim Christensen.

Og væl hevur gingist, og sum er er álmanákkin fyri 2025 rættuliga fullur.

Eisini nemur Jógvan Hansen við eitt nú lívið sum tónleikari í Íslandi og umstøðurnar har yviri.
 

1719708

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329