Frumsýning: Taradrotningin í KVF hóskvøldið

Frumsýning: Taradrotningin í KVF hóskvøldið
"Havið – Taradrotningin" er annar filmurin í trírøð hjá Eir í Ólavsstovu um havið
Dokumentarurin um Agnes Mols Mortensen, Taradrotningin, verður í sjónvarpinum hóskvøldið 16. januar
 
15.01.2025 - 11:00

Í 2015 fór Eir í Ólavsstovu, dokumentaristur, í holt við filmsverkætlanina "Ein trilogi um havið". Endamálið við verkætlanini er at varpa ljós á týdningin av havinum fyri okkum føroyingar og at vísa, hvussu týdningarmikið tað er, at vit gagnnýta havið á burðardyggan hátt.

Fyrsti filmurin í røðini, Havið – kærleiki umborð, hevði frumframførslu í 2018 og viðgjørdi útróður. Annar filmurin, Havið – Taradrotningin, snýr seg um taraframleiðslu og nýhugsandi háttir at gagnnýta havsins tilfeingi. Triði og síðsti filmurin í røðini fer at snúgva seg um fiskivinnuna í Føroyum. 

Taradrotningin, sum hevur frumframførslu í Kringvarpinum 16. januar 2025, fylgir lívinum hjá Agnes Mols Mortensen í átta ár – frá tí, hon kom aftur til Føroya eftir lokna útbúgving í U.S.A , og fram til í dag. 


Í filminum síggja vit, hvussu fyritøkan "Tari" hevur ment seg frá at vera ein lítil verkætlan, sum byrjaði í einum køliskápi í kjallaranum, til í dag, har fyritøkan er vorðin stór og framkomin við patenti upp á taralínur og bústaði í stórum hølum í Fámjin. Vit fylgja Agnes bæði fakliga og menniskjaliga, gjøgnum viðgongd og mótgongd.

Taradrotningin er ein av 10 útvaldum filmum úr Norðurlondum, sum hava luttikið í “Climate Story Lab” – ein heimsumfatandi verkætlan, ið varpar ljós á søgur um veðurlagsbroytingar og umhvørvið. Endamálið við hesum samstarvinum er at styrkja filmsskaparar í at fortelja søgur um veðurlagsbroytingar á ein hátt, sum hevur ávirkan á samfelagið og framtíðina.

Boðskapurin í Taradrotningini er avgerandi fyri framtíðar framleiðslu og okkara fatan av havinum sum okkara størsta ríkidømi. Filmurin undirstrikar týdningin av at gagnnýta havsins tilfeingi burðardygt, soleiðis at komandi ættarlið eisini kunnu hava somu góðu møguleikar at liva av havinum, sum vit hava í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523