Filmsmenn: "David Lynch megnaði at flyta listafilmar yvir í meginstreymin"

Filmsmenn: "David Lynch megnaði at flyta listafilmar yvir í meginstreymin"
Í gjárkvøldið bórust deyðsboðini av kenda amerikanska filmsleikstjóranum David Lynch, ið eitt nú skapti sjónvarpsrøðina Twin Peaks. David Lynch bleiv 78 ár
David Lynch, filmsleikstjóri, gjørdist 78 ár
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
17.01.2025 - 11:55

"This is a damn fine cup of coffee."

Hvørt mansbarn, ið vaks upp í áttati og kom til aldur í níti árunum, kennir kenda orðafellið hjá fregnartænastumanninum Cooper úr sjónvarpsrøðini Twin Peaks frá 1990. 

Maðurin, ið skapti Twin Peaks, David Lynch, er deyður, 78 ára gamal. 

Hetta boðaði familjan hjá Lynch frá á Facebook í gjár. 

 

Luftuppsvølpan í kroppinum

David Lynch gjørdi alt fyri eitt vart við seg innan filmsheimin við sínum fyrsta filmi, "Eraserhead", frá 1979, og síðani "Elephant Man" og "Dune" frá 1984. 

Síðani hevur hann gjørt kendar filmar sum "Blue Velvet" frá 1986, "Wild at Heart" frá 1990 og "Mulholland Drive" frá 2001.

Men tað er serliga Twin Peaks, ið er stóri varðin, sum stendur eftir David Lynch. 

 

Umframt film og sjónvarpsrøðir, so gjørdi David Lynch eisini tónleik, hann skrivaði bókmentir og skapti myndlist. 

Í 2019 varð David Lynch fagnaður við einum heiðurs-Oscar fyri sítt virkið filmslistini at frama. 

Í fjør kunngjørdi David Lynch, at hann hevði fingið staðfest luftuppsvølpan í kroppinum, ið nevnist emphysema á enskum. 

 

Broytti formin á sjónvarpsrøðum

Filmsmenninir Gudmund Helmsdal og Hermann Eliassen, sum saman hava films-poddvarpið Hermann & Helmsdal á Youtube, vóru í Góðan morgun Føroyar, har teir settu nøkur orð á týdningin, ið David Lynch hevur havt bæði fyri teir, men eisini fyri filmslistina og -ídnaðin. 

 

Teir vóru á einum máli um, at David Lynch við Twin Peaks var upphavið til teirra áhuga fyri filmi.  

"David Lynch flutti listafilmar, art movies, sum oftan bara vóru í umferð millum filmsnørdar, yvir í meginstreymin," staðfestir Hermann Eliassen. 

"Við Twin Peaks, so broytti David Lynch eisini ímynd av, hvat ein sjónvarpsrøð er, tí heldur enn at vera ein samling av sjálvstøðugum pørtum, so var hon ein lang, samanhangandi søga. Twin Peaks gjørdist fordømi fyri nógvar av teimum sjónvarpsrøðunum, vit síggja í dag," útgreinar Gudmund Helmsdal. 


Í 2007 var Gudmund Helmsdal saman við vinmonnum á roadtrip gjøgnum USA, har vitjað var á støðunum, sum Twin Peaks varð upptikin (Privat mynd á Facebook)

 

 

David_Lynch_deydur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935