Stoltenberg tekur seg aftur sum oddamann fyri altjóða trygdarráðstevnu

Stoltenberg tekur seg aftur sum oddamann fyri altjóða trygdarráðstevnu
Norski fíggjarmálaráðharrin sigur, at hann vil heldur hugsavna seg um norskan politikk
Jens Stoltenberg kortini ikki at standa á odda fyri altjóða trygdarráðstevnuni í München.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.09.2026 - 14:22

Jens Stoltenberg, norski fíggjarmálaráðharrin og fyrrverandi aðalskrivari í Nato, fer kortini ikki at standa á odda fyri altjóða trygdarráðstevnuni í München.

Stoltenberg sigur við blaðið Dagens Næringsliv, at hann heldur vil hugsavna seg um norskan politikk.

- At vera fíggjarmálaráðharri í Noregi, hevur størri týdning fyri meg enn at standa á odda fyri einari ráðstevnu í München. Eg hámeti Noreg, eri áhugaður í norskum politikki og sinnaður at halda fram, sigur Jens Stoltenberg.

Av teirri orsøk eru partarnir vorðnir samdir um, at Stoltenberg ikki skal standa á odda fyri ráðstevnuni.

 

Árlig stevna

Altjóða trygdarráðstevnan í München er á hvørjum ári. Tá hittast stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum at viðgera trygdar- og verjupolitikk.

Aksel V. Johannesen, fyrrverandi løgmaður, var við á ráðstevnuni í ár. Hann var millum annað við á pallborðsfundi um trygd í Arktis.

Hendan ráðstevnan var fyrstu ferð í 1963. Landsstýrið er boðið við tríggjar ferðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541