Seinasta umfar við stuttligum søgum úr gomlu Havnini

Seinasta umfar við stuttligum søgum úr gomlu Havnini
Triðja sendingin í røðini, har Jørleif Kúrberg, sáli, segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini verður at hoyra í dag
Jørleif Kúrberg, sáli, var sum tikin úr leikum sum søguforteljari
 
14.09.2026 - 15:22

Sum vit hava hoyrt í tveimum sendingum frammanundan, var Jørleif Kúrberg, sáli, tikin úr leikum sum frásøgufólk.

Hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum.

Í triðja og seinasta parti við stuttligum søgum úr gomlu Havnini hevði Jørleif við sær systkinabarnið Kem Poulsen. Teir vistu báðir nógvar stuttligar søgur úr gomlu Havnini. 

 

Farnir úr tíðini

Tíverri eru bæði Jørleif Kúrberg og Kem Poulsen farnir úr tíðini. 

Í mars 2016 skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif var høvuðsmaðurin og segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini.

Tiltakið varð tikið upp, og tí hava vit framvegis søgurnar.

Tórður Mikkelsen legði tríggjar sendingar við tilfari frá hesum kvøldunum til rættis til Útvarpið í mars 2025.

 

Hvat: Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

1735269

 

LES OG HOYR EISINI: Jørleif Kúrberg, sáli, sigur stuttligar søgur úr gomlu Havnini

LES OG HOYR EISINI: Fleiri stuttligar søgur úr gomlu Havnini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040